Tað vóru 376 fólk, sum greiddu atkvøðu, tá val var í Nes sóknar kirkjuráði í dag, harav 17 brævatkvøður, og hetta svarar til 44,29 prosent av teimum, sum høvdu valrætt.
Nes sóknar kirkjuráð, sum fevnir um Nes kirkju og Fríðrikskirkjuna og bygdirnar Æðuvík, Nes, Toftir og Saltnes, hevur sjey limir. Í fráfarna kirkjuráði sótu seks menn og ein kvinna, men eftir valið í dag sita nú fýra menn og tríggjar kvinnur í ráðnum.
Einasta kvinna í kirkjuráðnum undan hesum var Bjørg Reinert Højgaard í Saltnesi, men aftrat henni í dag sita nú Inga Hansen, Toftir og Jonna Johannesen, Nes.
Tey sjey, sum vórðu vald í Nes sóknar kirkjuráð í dag, vóru Súni í Hjøllum (78), Ólavur Magnussen (63), Bjørg Reinert Højgaard (57), Niclas Davidsen (39), Inga Hansen (31), Jonna Johannesen (25) og Petur Jákup Petersen (24).