Nógv børn og juniorar hava longu teknað seg á summarlegu hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í summar. Serliga eru juniorlegurnar væl umtóktar, og tær eru nú báðar fullteknaðar. Eisini er lega nummar 3 fullteknað. Enn er tó pláss eftir á hinum legunum.
Sum nakað nýtt í ár verður onnur juniorlegan skipað sum ein ein ítróttarlega, nevnd 'Sports&Games', har millum annað dentur verður lagdur á fótbólt, hondbólt, flogbólt og fimleik og á sunnar kostvanar. Hetta er eftir øllum at døma sera væl umtókt, tí henda legan er longu fullteknað. Juniorar dáma eftir øllum at døma sera væl at fara á legu, tí hin juniorlegan er eisini longu fullteknað. Bæði lega nummar 9 og 10 eru sostatt fullteknaðar.
Eisini ein av barnalegunum, lega nummar 3, er longu fullteknað.
Pláss er tó enn á hinum barnalegunum, hóast lega nummar 4 eisini er við at vera fullteknað. Men tað ræður um at skunda sær at tekna seg, um ein ynskir at sleppa á summarlegu í summar.
Umframt nevndu barna- og juniorlegur eru eisini ungdómslega, familjulega og ein lega fyri ommur/abbar/foreldur við børnum undir legualdri. Fleiri tekningar eru komnar inn á hesar legurnar, men enn er pláss á teimum legunum. Men har ræður eisini um at skunda sær, um ein ynskir at sleppa á ta legu, sum ein ynskir sær.