Credo merkir »Eg trúgvi« á latíni, og eru helst nógv, ið sita eftir við hesi kenslu, aftaná konsertina hjá Credo Klokkan gekk móti sjey tá fýra ungir norðoyingar og ein telda trinu á innipallin.
Forsangarin sat væl goymdur og bukaði eisini uppá trummur, tí tummurnar vóru í stóran mun bukaðar av hesum bólkið, sum serliga at byrja við hevði nógv vill løg.
Tað órógvaði eitt sindur at sangarin eisini var trummuspælari, tí tá hann av og á kom fram á pallin var hann ein góður oddamaður.
Teldan hevði eisini sín stóra leiklut, hon tosaði millum sangirnar, kom við ymiskum ljóðum og spældi trummur, tá sangarin gjørdi tað, hann burdi gjørt.
Konsertin gjørdist veruliga góð tá bólkurin spældi lánilagið »Hurt« hjá Johnny Cash. Stutti forsangarin sá heilt stórur út og fylti væl út á pallinum. Aftaná spældu teir onkur løg afturat, og hildu hesi eisini eitt gott støði og raktu teir við hvørt okkurt inni í áhoyrarunum. Eisini var stuttligt at síggja, at fyrstu headbangararnir á degnum vístu seg, og hetta merkir, at Credo hevði gott samband niður av pallinum.
Gleðiligt var eisini, at Credo ikki vóru so øgiliga lektandi ímillum løgini, í mun til aðrar bólkar á Fjarðafestivalinum.
Samanumtikið ein deiliga vill konsert við einum bólkið, mann kundi trúð uppá, um teir funnu sær ein trummuleikara.