Trøini á Vaglinum eru frá 1882

Tey trý trøini við H. N. Jacobsens Bókahandil eru plantaði í 1882

Av tí at ungdómurin hevði til fragd at klatra í hesum trøum, tók býráðið stig til at fáa eina grótlaðing við gittarverju gjørda rundan um tey í 1923. Tað var Nyholm Debes smiðjumeistari, sum gjørdi gittarverjuna.

Tað kemur ikki fram í gomlu tíðinabløðunum hvør gjørdi grótlaðingina, men um onkur av lesarunum veit tað, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168.