Trý jólaborðhald í Suðuroy

Í Hvalba fer gestakokkur úr Havn at vísa síni kynstur, á Tvøroyri hava tey kalt borð og í Øravík hava tey buffet. Á øllum trimum plássunum verður dansur

Jólaborðhald
Hetta er tíðin, tá ið fólk um alt landið hittast á jólaborðhaldum víða hvar og hjá nógvum er hvørt vikuskiftið fullteknað við borðhaldi og veitslum.
Eisini Suðuroyingar fylgja við og tað stóra vikuskiftið til jólaborðhald í Suðuroy, verður næsta leygarkvøld, 23. november, tá ið ikki færri enn trý stór jólaborðhald eru í Oynni.
Jóalborðhald verður bæði í Hvalba, á Tvøroyri og á Hotellinum í Øravík og á øllum støðunum fara eisini kend orkestur at spæla góðan dansitónleik til tey tilkomu.
Í Hvalba fer ein gestakokkur úr Havn at vísa síni kynstur í Roynhøllini, har Bóltfelagið Royn hevur jólaborðhald fyri bygdarfólkinum og øðrum suðuroyingum. Tað er Uni Gullfoss, sum fer at borðreiða við marineraðari dunnubringu, heilstoktari lambasteik og heimagjørdari hunangskøku. Har spælir ELM band úr Havn, sum er kent fyri at spæla góðan dansitónleik. Atgongumerkini kosta 200 krónur fyri borðhald og dans og tey eru at fáa í pylsuvogninum í Hvalba, í Tangabúðini á Tvøroyri, á Statoil Støðini í Vági.Seinasta freist at keypa atgongumerki er mikukvøldið.
Sama kvøld skipar gamlaársnevndin á Tvøroyri fyri jólaborðhaldi í ítróttarhøllini, har tað verður kalt borð og Driv spælir til dans. Eisini hetta tiltakið kostar 200 krónur, men tey, sum bara koma í dans, betala 100 krónxur fyri midnátt og 120 krónur aftaná midnátt.
Og at enda verður jólaborðhald á hotellinum í Øravík, har tey hava buffet við heitum og køldum rættum og har Trio spælir til Dans. Hetta kostar 235 krónur fyri alt tiltakið og 100 krónur fyri dansin.