Tráðleyst alnet í Klaksvík

Fyritøkan TeleTech hevur í hyggju at geva klaksvíkingum møguleikan til at fáa tráðleyst internetsamband. Longu fyrst í komandi árið fara dáta at flúga gjøgnum luftina í Klaksvík

KT

Einaferð var ætlanin at leggja stóran part av Klaksvíkini undir glas. Tað var tann sonevnda ostaklokkan, sum skuldi gera tað størri og meira at vera íbúgvi í Klaksvík. Hetta ætlanin varð tó ongantíð til veruleika, men klaksvíkingar kunnu nú fegnast um at fáa okkurt floymandi omanfyri høvdini á teimum.

Eins og vit hava sæð í høvuðsstaðnum og í Eysturoynni, eins í øðrum londum, so hava einamest virki, men eisini privatfólk fingið møguleikan at fáa sær sokallað tráðleyst internetsamband. Og tað er eisin tráðleyst í orðsins rætta týdningi.


Á Brúnaskarði

? Í løtuni arbeiða menn hja TeleTech á Brúnaskarði við at seta upp antennu, so virkir í Klaksvík við skjótum og tráðleysum Interneti, kunnu hava sama møguleika,sum virkir í Eysturoy og í Havn hava haft síðan ár 2000, skrivar TeleTech í tíðindaskrivi.

TeleTech hevur sett sær fyri at verða klárir at veita tráðleyst internetsamband í januar/februar mánað komandi ár.

Antennan, sum verður sett upp til endamálið, er eftir øllum at døma síðsta skríggj innan øki. Samband er knýtt beinleiðis til Føroya Tele í Havn. Av Brúnaskarði verður hetta so sent víðari út til klaksvíkingar.

Fyri at kunna taka ímóti hesum, so krevst serlig útgerð til endamálið. Talan er um eina antennu, sum tekur ímóti dáta, umframt káplar. Av TeleTech verður upplýst, at kostnaðurin fyri hesa útgerð til ein privatan kunda fer at liggja um 4.000 kr.

TeleTech sigur, at teir bæði fara at leggja seg eftir vinnulívinum og privatum viðskiftafólki.

Talan er um fast internetsamband, har goldið verður fyri stovnan(útgerð) og mánaðargjald. Harumframt kemur eisini eitt gjald fyri hvørt megabeitið, ið tú móttekur. Sum nú er, so liggur prísurin hjá TeleTech á hvørjum megabeitið um 1,25 kr, men hetta er eitt sindur ymiskt. Tað eru serligir prísir galdandi, um tað eru tveir á netinum hjá TeleTech, sum samskifta.


Órættvíst

Ein annar, sum eisini hevur verið frammi við tankanum um tráðleyst internetsamband í Klaksvík, er Esbern Hansen frá Hansoft. Hann hevur ført fram, at tað er rættiliga nógv dýrari at gera tílíkt í Klaksvík enn eitt nú í Havn, tí her verður ein meirkostnaður álagdur.

Esbern Hansen sigur seg framvegis arbeiða við einari verkætlan, har endamálið er at bjóða tráðleyst internetsamband í Klaksvík, men hetta letur fyribils bíða eftir sær.

Esbern Hansen sigur tað vera sera órættvíst, at teir í Klaksvík noyðast at skulu gjalda meira fyri at fáa eina linju til Havnar, soleiðis at tað verður ein stór íløga hjá teimum at skipa tráðleyst internetsamband í Klaksvík.