Trý lið kappast um FM heitið

Eftir vikuskiftið hava trý lið í kvinnudeildini veruliga dragna frá hinum, og eru tað KÍ, HB og VB. Øll trý liðini vunnu í vikuskiftinum, tó vann KÍ uttan dyst, meðan B36, NSÍ og Skála í løtuni ikki síggja út til at ogna sær heiðursmerkir í ár

 

KÍ skuldi eftir ætlan taka ímóti NSÍ í Klaksvík leygardagin, men hesin dystur varð aldrin bríkslaður í gongd, eftir at NSÍ ikki møtti upp. Bæði KÍ kvinnurnar og dómararnir stóðu til reiðar á vøllinum leygardagin, men tað vísti seg, at gestirnir ikki komu, og varð dysturin sostatt tíverri ikki spældur. Mest sannlíkt er, at KÍ vinnur uttan dyst, tí sambært KÍ venjaranum Jón Harald Poulsen, ætlar KÍ ikki at útseta meiri dystir, eftir at tær hava ein annan útsettan dyst móti VB fyri framman, sum eftir ætlan skal avgreiðast í hesi vikuni.

Orsøkin til, at NSÍ kvinnurnar ikki møttu upp, var eftir øllum at døma fólkatrot. Tær hava havt trupulleikar fyrr í ár við fólki, men hesaferð er ikki líkt til, at tær fáa møguleikan at spæla dystin seinni. KÍ fekk sostatt trý stig, og eru tær enn á odda í 1. deild hjá kvinnum.


VB og B36 hvør sín veg

VB tók ímóti B36 í Vági leygardagin. Um B36 skuldi gera sær nakrar vónir um at vera við í oddastríðnum, skuldu tær hava trý stig. VB skuldi harafturímóti eisini hava trý stig, um tær skuldu halda á at hótta HB og KÍ, so hetta var ein týdningarmikil dystur fyri bæði liðini.

Hálvleiksstøðan í Vági var 0-0, og úr Vági hoyrist, at fyrri hálvleikur var javnur. Men í seinna hálvleiki bragdaði í hjá heimaliðnum, og eitt korter inn í seinna hálvleik legði Guðrun í Lágabø VB á odda 1-0. Tá umleið hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, sló Rannvá Augustinussen sigurin fastan fyri VB, og sostatt heldur VB á við at anda KÍ og HB í nakkan, meðan B36 er so gott sum úti av FM stríðnum.

VB hevur møguleikan at gerast føroyameistari, og tær hava ikki leikt nakran dyst móti oddaliðnum KÍ enn. Um VB megnar at fáa eitt gott úrslit móti KÍ í útsetta dystinum, sum eftir ætlan verður leiktur í hesi vikuni, kunnu VB kvinnurnar veruliga gera seg galdandi í FM stríðnum. Tað verður sera torført hjá B36 at fáa heiðursmerkir í ár, og í løtuni sær út til, at tær so gott sum eru úti av FM stríðnum, men góð úrslit móti KÍ og grannunum úr HB kann venda gongdini hjá B36.


HB tók sær av løttum

HB tók ímóti Skála sunnudagin, og endaði hesin dysturin sum væntað við einum stórsigri til heimaliðið. Hálvleiksstøðan var heili 6-0, og sostatt var alt avgjørt, tá seinni hálvleikur fór í gongd. Í fyrra hálvleiki skutu Viviann Thorleifsson og Gunn Muller tvey mál í part. Annika Godtfred fekk eitt, meðan eitt var sjálvmál. Í seinna hálvleiki fingu HB kvinnurnar fýra mál, og úrslitið gjørdist sostatt 10-0 til HB. Viviann Thorleifsson skeyt tvey mál afturat, meðan Maria Johnson og Eyðfríð Christiansen skutu eitt mál í part.

Næsta vikuskiftið skal HB inn til Runavíkar at spæla móti NSÍ, og tað kann koma at gerast ein torførur dystur hjá HB. KÍ mátti taka til takkar við einum 3-1 tapi, tá tær vóru í Runavík og vitjaðu, og tað hevur uttan iva givið HB nakað at hugsa um.

KÍ skal til Havnar at spæla móti B36, og er hetta eisini ein sera spennandi og týdningarmikil dystur. B36 má í minsta lagi hava stig, um tær skulu ogna sær heiðursmerkir í ár, meðan KÍ við einum tapi ella javnleiki kann fara av ovastu rók.

Skála tekur ímóti VB, og eru VB kvinnurnar favorittar at fara suður aftur við trimum stigum. Eftir ætlan skal útsetti dysturin millum VB og KÍ eisini spælast í hesi vikuni, og kann VB við einum sigri taka seg framum KÍ. Um KÍ vinnur, verður sera torført hjá vágbingum at vinna FM, tí so vera heili fimm stig ímillum bæði liðini. Í løtuni eru tað HB, KÍ, og VB sum berjast um FM heitið, og tey dragnaðu veruliga frá hinum trimum liðunum hetta vikuskiftið.

KÍ liggur best fyri, men ein kann ikki avskriva HB og VB at vinna FM heitið. B36 liggur aftanfyri og lúrir, og hava tær lítlan møguleika at vinna, meðan uppgávurnar hjá NSÍ og Skála eru at arga og taka stig frá teimum stóru.


Dystirnir hetta vikuskiftið vóru hesir:


KÍ-NSÍ

KÍ vinnur uttan dyst


HB-Skála 10-0

HB: Viviann Thorleifsson 4, Gunn Muller 2, Maria Johnsson 1, Eyðfríð Christiansen 1, Annika Godtfred 1, sjálvmál 1.


VB-B36 2-0

Rannvá Augustinussen 1, Guðrun í Lágabø 1.