Í fjør taldist hann millum leikararnar, ið oftast kom inn frá beinkinum, men í gjárkvøldið hevði hann fingið tað álitisváttan, at byrja inni í Champions League dystinum. – Tað verður ikki betri enn hetta, segði ein sjónliga fegin Dánjal Davidsen, tá hann skuldi lýsa, hvat hann helt um at spæla altjóða fótbólt. At Dánjal Davidsen treivst á vøllinum sást eisini, og viðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Jóannes Jacobsen, rósti eisini unga verjuleikaranum.