Upptøkutólini snurraðu, tá ið Trølla Pætur og omma hansara í gjár rendu á húkin í rundkoyringini í Klaksvík. Tað skilst á lagnum, at Trølla omman vil hava húkin burtur Í hesum døgum verða upptøkur gjørdar til nýggjan film um Trølla Pætur og villu ommu hansara, og í gjár hendi tað, sum ikki skuldi henda.
Nógv umrøddi húkurin í rundkoyringini í Klaksvík varð árendur av Trølla ommuni, og tað var hon serstakliga misnøgd við. Tað skilst á lagnum, at Trølla omman er í parti við Landsverki, tí húkurin forðar henni í at koyra beint fram, sum hon tekur til.
Árenningin av húkinum er partur av nýggja filminum, sum í næstum skal gevast út um Trølla Pætur og ommuna.
Rás2 var á staðnum, tá upptøkurnar vórðu gjørdar til filmin, og reportasja kann hoyrast í seinnapartssendingini úr Klaksvík í dag frá kl. 15.00. Eisini verður tosað við lokalan klaksvíking um húkin, og ringt verður til formannin í enskum rundkoyringsfelag.