Klaksvík: Sunnudagin komu Trølla Pætur, Omman og Trølla Ossi aftur til Føroyar, eftir at tey í eina góða viku hava verið í Frankaríki í sambandi við eitt nýtt sjónband, ið verður framleitt í løtuni.
Ein triðingur av sjónbandinum er longu tikið upp í Føroyum, og nú eru so nakrar myndir komnar í kassan afturat. Hesar myndir eru tiknar av Trølla Pæturi og hansara harkaliði, meðan tey leita eftir nøkrum jólamonnum í teim fronsku Alpunum.
Eisini Erling Politistur er við á tí nýggja sjónbandinum. Hann hevur elt Trølla Pætur allan tann langa vegin til Frankaríkis, og á sjónbandinum fær hann eisini onkra hjálpina frá tí fronsku løgregluni.
Um Erling far fatur á Trølla Pæturi, tað sigur søgan tó einki um.
Ætlanin er, at sjónbandið skal verða víst í teim føroysku biografunum tann 1. oktobur, og tann 1. novembur verður sjónbandið at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.