Trølla Pætur nærkast altjóða gjøgnumbroti

Niclas Heri Jákupsson er maðurin aftanfyri Trølla Pætur. Hann sær ein stóran møguleika í at útflyta vøruna hjá sær

Trølla Pætur er veruliga við at fóta sær á íslendska marknaðinum. Væntandi verður filmurin skjótt vístur í íslendska sjónvarpinum. Eisini er ein avtala við eitt stórt DVD-felag um at koma undir land.
Niclas Heri Jákupsson stendur fyri konseptinum við Trølla Pæturi. Tá ið hann verður spurdur, um føroyingar kunnu útflyta barnasendingar og filmar, er hann avgjørdur:
- Hetta er veruliga tað, sum vit satsa uppá, og tað eigur at bera til. Vit hava allatíðina havt vísjónir um at koma útum landoddarnar við okkara vøru, men tað eru nógvar forðingar. Men nú sær sera gott út, sigur Niklas Heri.
- Tá ið vit byrjaðu, vóru vit púra grønir á økinum, og tí vóru tveir teir fyrstu filmarnir kanska ikki so góðir. Men børnunum dámdu teir væl kortini, og tað sigur mær, at konseptið er gott. Figurarnir hava ein ávísan fólkatokka, og tað er ein stórur fyrimunur, sigur hann.
Íslendingar taka Trølla Pætur til sín
Í Íslandi hevur leingi verið áhugi fyri konseptinum. Síðsti filmurin "Trølla Pætur og Mafian" er umsetur til íslendskt, danskt, norskt og enskt. Tað er ein frásøgumaður, sum fortelur, hvat hendir. Men íslendingar eru ikki heilt nøgdir við tað, og teir eru tí í holt við at fáa synkroniseraða talu í filmin. Málið er so at fáa filmin í íslendskt sjónvarp. Teir hava eisini umsett teir bestu sangirnar hjá Kulum Røtum og Trølla Pæturi til íslendskt og givið teir út á fløgu og til jóla kemur ein nýggj fløga út við Trølla Pæturi á íslendskum.
- Vit eru sera spentir uppá samstarvið við íslendingar. Vit vænta, at teir eisini kunnu hjálpa okkum at fáa konseptið út í onnur lond. Teir duga væl at geva teirra vøru ein altjóða dám, og vónandi kunnu teir hjálpa okkum eisini, sigur Niklas Heri.
- Íslendingar hava fingið búnar hjá Trølla Pætur og Trølla Ommuni, og hava vit verið í Íslandi og upplært sjónleikararnar.
- Vit hava einki ímóti, at teir skulu fáa ein part av rættindunum til konseptið, um teir kunnu marknaðarføra tað væl betur enn vit duga. Vit vilja heldur eiga ein lítlan part av nógvum enn at eiga nógv av lítlum, sigur hann.
Samráðast við stórt DVD-felag
Fólkini aftanfyri Trøllapætur eru beint nú í samráðingum við Elap, sum er størsta DVD-felag í Skandinavia. Hetta kann eisini vera við til at gera Trølla Pætur kendan í okkara grannalondum.
- Avtalan hevur við sær, at ELAP fær tær fyrstu fimm túsund DVD-fløgurnar ókeypis. Vit geva teimum fløgunar fyri at fáa betri marknaðarføring. Beint nú ræður bara um, at so nógv sum gjørligt síggja filmarnar og koma at kenna Trølla Pætur.
Eigur at bera til
Niclas Heri heldur, at tað eigur at bera til at útflyta tílíka vøru.
- Rithøvundarnir og manuskripthøvundarnir í Føroyum eru eins góðir og alla aðrastaðni. Um karmarnir høvdu verið til staðar, so hevði eingin trupulleiki verið. Tað verður nógv tosað um, at ov stórur partur av okkara útflutningi er fiskur, men eingin torir veruliga at royna nakað øðrvísi.
- Mær dámar ikki at brúka orðið stuðul, men í einari vinnu, sum er nýggj og sum kann kasta nógv av sær, kundi kanska verið eitt slag av stuðli. At gera film kostar sera nógv, og tað er tungt um somu fólk, sum skriva og spæla, eisini skulu út at skaffa stuðul frá vinnuni og handilslívinum.
- Vit satsa nú alt uppá Trølla Pætur og Mafiuna. Vit hava handa hesa verkætlan til íslendingar, og vóna vit nú, at teir kunnu verða við til at fáa tað stóra gjøgnumbrotið uttanlands, sigur Niklas Heri Jákupsson.