Hondbóltur
Eftir fyrra hálvleik í dysinum á Strondum millum StÍF og Neistan, vóru ikki stórvegis ábendingar um, at hetta skuldi gerast ein av teimum heilt spennandi dystunum. Neistin og Simona Dziugyte tóktust snøgt sagt vera alt ov væl fyri til StÍF, sum framvegis má klára seg uttan Alinu Olaru.
Gestirinir lupu avstað alt fyri eitt, og eftir at hava skapt sær eina hampuliga leiðslu, skuldu tær so bara halda fast um hesa.
Og hetta sá sum so út til at rigga fínt, men í seinna hálvleiki gekk galið. Hvussu tær so enn royndu, so eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin í kassan, og alt meira fór hetta at líkjast einum stórum kompleksi hjá liðnum. Simona varð sjálvandi væl ansað, men heldur ikki av brotsteigarblettinum megnaði hon at fáa bóltin í kassan, og spakuliga tók StÍF seg meira fram.
Neistin megnaði ikki at skjóta mál í samfullar 22 minuttir eftir steðgin, men heldur ikki málið, sum loksins kom, tóktist lata upp fyri nøkrum. StÍF fór at enda eisini framum, men so raknaði Neistin brádliga við. Við teimum báðum seinastu málunum í dystinum fingu tær kortini koppað øllum til sín fyrimuns, og so kundi tær fagnast, meðan vertirnir bara máttu ásanna, at alt stríðið hevði verið til fánýtis.
Og spurningurin er so, hvussu liðini nú munnu vera fyri til komandi avbjóoingarnar. Hjá Neistanum er í øllum førum greitt, at tær eisini mugu læra seg at liva uttan Simonu Dziugyte, tá málslúkurin verður tikin úr spælinum. Tað megnar liðið í alt ov lítlan mun, sum er, og so er spurningurin, hvørt ein loysn er funnin á hesum undan komandi dystinum móti Stjørnuni.
StÍF hevur í fleiri førum sýnt, at moralurin á liðnum er sera góður, men spurningurin er, hvørt hetta aftur í ár røkkur til heiðursmerki. Ein ábending um hetta fæst kanska sunnudagin, tá tær taka móti meistarunum úr VB.
Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 20-21 (13-18)
Málskjúttar
StÍF: Milica Ergic 6, Poula D. Olsen 6, Sunfríð B. Jacobsen 2, Paula B. Høgnesen 2(1), Anna Maria Berthelsen 2, Beinta Jacobsen 1, Anna B. Danielsen 1
Neistin: Simona Dziugyte 9(2), Rakul Augustinussen 5, Unn Kragesteen 2, Lív Sørensen 1, Marjun Tróndarson 1, Vivian Unadóttir 1, Lina Andriulyte 1, Susan Brockie 1(1)
Brotskøst: StÍF 2, Neistin 6
Útvísingar: StÍF 3, Neistin 1
Dómaar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen