Ein meiriluti í borgaraumboðanini í Keypmannahavn mælti í gjár skúlunum í kommununi til at víðka lærugreinina kristni, so hon eisini kann umfata annan átrúnað. Ein orsøk til tilmælið er, at rættiliga nógv børn av útlendskum uppruna ganga í skúla í Keypmannahavnarøkinum, og at tey flestu teirra hava annan átrúnað enn tann kristna.
Flestu flokkarnir í borgaraumboðanini taka undir við tilmælinum, men Ulla Tørnæs, kenslumálaráðharri er ímóti, at lærugreinin kristni verður broytt til átrúnað. Hinvegin tekur biskupurin í Keypmannahavn, Erik Norman Svendsen, undir við tilmælinum hjá borgaraumboðanini. Hann sigur seg ikki duga at síggja nakað skeivt í at víðka lærugreinina, so hon eisini umfatar annan átrúnað.