##med2##
Føroya triðstørsti býur, Hoyvík hevur aftur lið í 1. deild. Tað var staðfest fyri nøkrum vikum síðani.
Í dag var tað staðfest, at FC Hoyvík vinnur gull í 2. deild. Hetta gjørdist veruleiki tá FC Hoyvík vann 2-1 á KÍ við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík.
Longu í fimta minutti kom KÍ á odda, men 12 minuttir seinni javnaði Teitur Jóanesarson við brotssparki til 1-1. Sigursmálið hjá FC Hoyvík skoraði Niklas Fríði Jacobsen tá ein tíma var farin av dystinum.
AB vann 1-0 á Víkingi á útivølli, og teir vinna silvur og flyta upp saman við FC Hoyvík.
FC Hoyvík endar á 47 stigum og AB endar á 46 stigum. FC Suðuroy vinnur bronsu við 35 stigum.
Fótbóltsspælarin, Tróndur Arge og Áki Johansen, høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík stórfegnast báðir um gullið í 2. deild, og teir vóna, at FC Hoyvík kann fáa betur umstøður og kann stabilisera seg í næstbestu fótbóltsdeildini.