Samferðsla
Tróndur var ættaður úr Noreg, og hevði har navnið Smøla. Hann flutti á ungum árum til Føroya, her hann fekk starv hjá Meiarínum og fekk gamla, føroyska hetjunavnið Tróndur.
Í 1959 varð Tróndur flotaður í Aukra í Noreg. Bygdur úr stáli og við eitt sindur øðrvísi útsjónd, enn hann hevur í dag, nú ein ikki serliga prýðandi yvirbygningur stendur aftantil á gomlu snekkjuni, sum ber mannfólkanavn.
Tað var gamla felagið T M & M, sum keypti hann úr Noreg í 1967 til at røkja ferjusambandið inn á Skálafjørðin. Síðan tók Strandferðslan yvir, og Tróndur helt fram at sigla á somu rutu eina tíð.
Seinnu árini hevur hann verið í fastari sigling millum Skopun og Havnina og síðan Gomlurætt.
Tróndur var troyttur, nú hann legði frá sær. Hann hevur slitið og strítt fyri seg, og er honum væl unt at kunna leggja seg til hvíldar í Vestmanna, til hann helst verður borin út nakað skjótt.
Ikki gekk sum ætlað, at hann varð avloystur av einum nýføðingi, uttan ein annar gamal knassi tekur við. Góði, gamli Sam, sum hevur tuskað og tøffað mangt ferðafólkið millum oyggjarnar í 26 ár, fekk æruna av at verða tann, sum kom í Tróndar stað fyrstu tíðina.
Hóast eingin sorg er sum so, nú Trondur er farin, verður tað kortini við sorgblídni, at mangur fer at minnast aftur á hendan gamla, trúgva tænaran, sum nú hevur lagt frá sær.