Tróndur í Gøtu var á Kollafirði leygardagin við 750 tonsum av svartkjafti, sum teir høvdu fingið í trimum hálum. Støddin var hampilig, 165 gram í meðal, og prísurin var um 2,30 krónur fyri kilo.
Tróndur í Gøtu er nú liðugur við sína svartkjaftakvotu, sum var 4.581 tons. Reiðaríið skrivar á heimasíðuni, at skipið fer nú at bíða eftir makrelfiskiskapinum, sum væntandi byrjar um hálvan mai.