Tróndur í Gøtu – okkara fyrsti mentamálaráðharri

-Tað skal vera mín vón, at minnið um henda mann, skúlamannin, klóka telvaran og Føroya helst fyrsta intellektuella, fer at styrkja okkum í stríðnum at sigla nútíðar eins og framtíðar krøppu og lúnsku íður um Mjóvanes og úti á heimsins høvum, har landsins synir sigla segði løgmaður m.a. í røðu síni í Gøtu leygardagin, tá standmynd av Trónda í Gøtu varð avdúkað.

-Tað er mær ein mikil heiður at avdúka standmyndina av Føroya størsta høvdinga í Føroya søgu, Tróndur í Gøtu. Hetta vóru fáu men avgjørdu orðini hjá Oddfríði Gregersen, tá hann seinnapartin leygardagin avdúkaði standmyndina av Trónda í Gøtu í Gøtu. Sera nógv fólk vóru samankomin til hátíðarhaldið. Landsins hægsti politiski leiðari, løgmaður helt røðu og somuleiðis landsins hægsti andaligi leiðari, bispur. Eisini borgarstjórin í Gøtu røddi á hátíðarhaldinum. Og Havnarkórið setti sín serstaka dám á.

 

Løgmaður Jóannes Eidesgaard segði m.a. :-Føroya søga varð skrivað av kristnum fólki í kristnari mentan. Tí varð Sigmundur sjálvsagda hetjan, sum kristniboðarin og vinur hjá Noregs kongi, meðan Tróndur, fríður í ásjón, reyðhærdur og frøknutur varð settur í døkt ljós og lýstur, sum óálítandi og grundarringur.

 

Sum frá líður, er tað tó júst hesin seinni, Tróndur, ið hevur vunnið sær alsamt rúmari pláss í hugaheimi føroyinga. Ikki bara er hann klókur og snildur, dugnaligur taktikari og góður vinmaður. Nei, hann er eisini maður, hvørs megi ber um deyðans gátt, eins og hjá Óðini ella Gandálvi í Ringanna Harra. Tróndur er, við øðrum orðum, gandakallur.

 

Men hann er meira enn tað.

 

Hjá honum stendur fyrsti skúli í Føroya søgu. Brúka vit nútíðar málburð, kunnu vit siga, at Tróndur er okkara fyrsti mentamálaráðharri.

 

Við hesum Tróndardøgum skriva vit enn eitt kapitul um Trónd. Tað er mín vón, at vit við hesum kapitli fortelja um eitt fólk, sum varir og lærir av søguni og í henni sær vísdóm. Tí eitt fólk, ið ikki lærir av søguni, er dømt at elta fortíðar misslóðir.

 

Tað skal vera mín vón, segði løgmaður víðari, at minnið um henda mann, skúlamannin, klóka telvaran og Føroya helst fyrsta intellektuella, fer at styrkja okkum í stríðnum at sigla nútíðar eins og framtíðar krøppu og lúnsku íður um Mjóvanes og úti á heimsins høvum, har landsins synir sigla.

 

Við ynski um at vit við støði í hesum minni varða av okkara dýrabara náttúrutilfeingi, at vit menna okkara útbúgving, at vit víðka okkara verðsliga banka við nýggjum hugskotsfæi, og at vit í framhaldandi samljóði skapa framburð og vælferð – skal hiðani við Tróndargrund við Gøtuvík, mín heilsan vera egnu orð Tróndar:

 

Givnir eru einglar góðir

ganga ei eg eina má,

ferðum mínum fylgja fróir

fagrir einglar Guði frá;

biði bøn eg, fyri Krist

bera mína bøn teir vist;

syngi sálm eg Guð at æra,

sær hann til mín lut at vara.

 

Sosialurin fer í komandi bløðum at hava frásagnir frá aldarinnar hátíðarhaldi í Gøtu. (Stór myndafrásøgn er á Portalinum umframt livandi kykmyndir. Rás2 fer seinnapartin í dag millum kllokkan 15 og 17 at varpa út frá tiltakinum í Gøtu.)