Tróndur landar í dag

Í dag landar Tróndur í Gøtu í Kollafirði. Teir hava roynt eftir svartkjafti sunnan fyri, og í gjárkvøldið fóru teir at sigla av fiskifeltinum.

Heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen veit at siga, at Tróndur í Gøtu ætlandi varð á Kollafirði til arbeiðstíð í morgun. Teir hava umleið 500 tons av svartkjafti.

Á feltinum eru í gjárkvøldið vóru annars Jupiter, Fagraberg, Norðborg og Aðalsteinn Jónsson.

Sambært heimasíðuni hevur verksmiðjuskipið Norðborg sløk 800 tons av frystum í lastini.