TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við veteranin hjá Neistanum, Tróndur Kragesteen sum skoraði fimm mál, tá hann og liðfelagarnir við einum vánaligum avriki í seinna hálvleiki taptu greitt 23-29 til VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum sá betur út. Tá var støðan javnleikur 13-13.
Tróndur Kragesteen sum var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum staðfestir ein kollektivan niðurtúr í serliga seinna hálvleiki, tá nærum eitt korter gongur og teir fáa ikki bóltin framvið Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum.
- Um ein spælari spælir illa, so ber til at skifta tann spælarin út. Verri er tá alt liðið spælir illa. Tað ber ikki til at skifta alt liðið út, sigur Tróndur Kragesteen.
- Vit mugu allir taka okkum saman, slær Tróndur Kragesteen fast í samrøðuni.
HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Sjúrður Olsen.