Átrúni og politikkur

Tað stóðst reiðiligt rok í løgtinginum av upp­skot­i­num um at skoyta uppí grein 266b í revsilógini um verju av ávísum bólk­um í samfelagnum, og í hesum føri snúi tað seg um homoseksuel. 

Eyðun Mohr Viderø

Eg havi eitt sindur ilt við at skilja, hvar munurin er mill­um tey, ið neyðugt er at nevna í lógartekstinum, og so tey ið ikki er neyð­ugt at nevna serskilt, fyri at fólk kunnu verða vard­ur ímóti ágangi av hvørj­um slag, tað so er.
Vit eru gjørd kunnug við, at í einum ávísum føri hev­ur persónur verið fyri á­gangi fyri sín kynsliga veru­máta bæði í orðum og krops­ligari viðferð, men sagt verður, at politiið ikki kann reisa ákæru, tí mál sum hetta er ikki greitt nevnt í revsilógini!!?? 
Hvat eigur so at verða gjørt í okkara rættarsamfelag, so tílíkt ikki kann gerast ó­straff­að? Sjálvur eri eg ikki nóg lógkønur at taka av­gjørda støðu um hetta, men ymiskar loysnir hava verið nevndar av okkara lóg­gev­ar­um í lógarsmíi. 
Í hvussu so er útnevndu tveir politikkarar seg sjálvar til talsmenn og verjar fyri tey homoseksuellu, at grein­in í donsku revsilógini hes­­um viðvíkjandi eisini skuldi vera galdandi í Før­­oy­­um, og tí komu tey við uppskoti um hetta.
Verri gekst, tá málið kom fyri løgtingið. Nú fóru onn­ur í herna ímóti upp­skot­­i­num, tí hetta ser­skilda átak beinleiðis stríð­ir ímóti ásetingum og siðalæru í Halgubók.
Hvar eru vit nú stødd?
Flestu okkara eru samd um, at náttúrliga sam­band­ið millum kynini er mill­um mann og kvinnu.
Tí­verri er tað soleiðis í ávísum førum, at nøk­ur ikki hava hetta nátt­úr­liga sambandið kynjanna mill­um, og sagt verður, at tú hevur ikki avgjørt hetta sjálvur, men er “føddur” soleiðis.
Aðrir trupulleikar hjá fólkum eru eisini at síggja í hesum “fødda” høpi, sum t. d. at onkur hevur trup­ul­leikar av alkoholi, sum við­komandi er “føddur” við, onnur við tjóðalyndi o.s.fr.
Okkara siðasinni sigur okk­um í nógvum førum, hvat vit skulu halda um alt, men í flestu førum mugu vit hava okkurt at stiðja okkum til, fyri at vera før fyri at taka støðu, og mær kunnugt er onki tryggari enn okkara bíbil, hóast okkara vesælu evni at fylgja henni!
Tí haldi eg, at tað er skeivt at siga, at tað ikki er rætt at halda politikk og skriftina saman, men hetta skal ikki skiljast sum tað sama sum at halda politikk og átrúna saman! Tá verður pappírið í bíbliuni nýtt til at sláa hvønn annan við, meðan inn­i­haldið ikki er við!
Rok hevur staðist í Tjóð­veld­is­flokkinum, tí flok­k­ur­in er skildur, tá Karsten Han­sen sambært síni and­aligu sannføring ikki kundi fylgja restini av flokk­inum, men meldaði seg út. Karsten verður hild­in vera ein róligur og heið­urligur persónur, sum ikki tek­ur sovorðin stig fyri at gera seg sjálvan upp.
Í dimmalætting 19. des. verð­ur formaður floksins Høgni Hoydal endurgivin fyri at siga, at tað er “bæði ør­kyml­andi og álvarsligt, um vit fara at býta løgtingslimir upp eftir trúgv..” og “Vit skulu taka avgerðir um politikk og ikki átrúnað.”
Ting­maður floksins í Sand­oy hevur ásannað, at hann kundi fáa trupulleikar við baklandið – veljarar - men hann vildi fylgja síni sann­føring og at­kvøddi fyri upp­skot­i­num!
Tjóð­­­veld­­i­­­sflokk­urin hevur havt størri trupulleikar enn aðrir flokkar í hesum føri, men tíverri sær út til at teir ikki hava henda trupulleika, tá Karsten er farin.
Nú hoyrist í fjølmiðlunum, at avgerðin hjá løg­ting­i­num skal sendast til fólk­a­­at­kvøðu, vísandi til á­­set­­ing í uppskotinum til stjórn­­ar­­skipan Føroya, sum hvørki er samtykt av løgtingi ella fólkinum.
Tað er helst bert hetta, ið vantar í, at hur­l­i­vas­in er fullkomin!
20.12.06