Tann 38 ára gamli pápin hevði júst verið í barnagarðinum við sínum fimm ára gamla soni, tá hann setti bilin í miðbýnum í Saint-Marcel. Tað trý ára gomlu Zoe lat hann sita eftir í bilinum. Eftir ætlanini skuldi hann fara til eina dagrøktarmammu við lítlu Zoe, men av einari ella aðrari grund gloymdi hann tað og fór til arbeiðis á einari verksmiðju, har hann hevði eitt deildarleiðarastarv. Zoe sat eftir á baksetrinum í bilinum, og tá pápin kom aftur til bilin seinnapartin, var gentan deyð. Men tað varnaðist pápin ikki, fyrr enn hann hevði verið í barnagarðinum eftir soninum og skuldi lova honum inn í bilin.
-Hann skilti ikki, at gentan sat deyð á baksetrinum, sigur ein talsmaður fyri løgregluna við bretska blaðið The Times.
Annar tilburðurin
Franska blaðið Le Parisien skrivar frá vinfólki hjá manninum, at hann er sera góður við síni børn , men at hann kortini helst verður skuldsettur fyri óætlað manndráp. Læknar hava greitt frá, at Zoe livdi millum tríggjar og fimm tímar, eftir at pápin hevði sett bilin frá sær.
Tilburðurin við trý ára gomlu Zie var annar tilburðurin av hesum slagnum í Fraklandi teir seinastu átta dagarnar. Í síðstu viku doyði ein tvey ára gamal drongur í bilinum, sum pápin hevði sett frá sær í býnum Pont-de-Chéruy har eysturi í landinum.
Her hevur pápin greitt frá, at hann bleiv órógvaður av einum ferðsluóhappi, og at hann varnaðist einki, fyrr enn hann sá, at ein løgreglumaður royndi at sleppa tí innistongda dronginum til hjálpar. Men tá var ov seint.