Útróðrarbátar fiska hvíting

Ein útróðrarbátur av Strondum hevur fiskað 30.000 pund av hvítingi á seks setum seinastu dagarnar. Prísurin fyri hvíting hevur verið góður, síðan bátar raktu við. Av teimum 60 tonsunum av fiski, sum Fiskamarknaður Føroya seldi fríggjadagin, vóru umleið 15 tons av hvítingi, sum hendan dagin fóru fyri góðar 11 krónur fyri kilo.

Hetta er tíðin, tá útróðrarmenn plaga at royna eftir hvítingi eystanfyri, og seinastu 14 dagarnar hava einstakir bátar fingið rættiliga væl av fiski.

Glastrevjabáturin Keldan av Strondum er millum bátarnar, sum hevur fingið nógv burtur úr hvítinginum hesar dagarnar.

Tveir mans eru við Kelduni, og seinastu seks seturnar hava teir fingið umleið 30.000 pund av hvítingi tilsamans.

Tað er góður útróður.

Serliga eru tað bátar av Skálafjørðinum, sum royna eftir hvítingi eystanfyri og sum skilst, brúka útróðrarmenn ymiskar snildir fyri at fáa fatur á hesum fiskaslagi, sum kann ganga á ymiskum dýpi í sjónum.

Prísirnir fyri hvíting hava verið góðir, síðan bátarnir fóru á hesa veiði, og onkran dag hava menn fingið uppí einar 15 krónur fyri kilo.