Trý skip fáa aksiltrekk á Tórshavnar Skipasmiðju

- Tað hevur ikki verið so nógv at gjørt á bedingini í seinastuni, og vit hava heldur ikki so nógv fólk at taka av í løtuni, nú nógvir maskinsmiðir arbeiða upp á nýbygningin í byggihøllini, sigur bedingsmeistarin, Kristoffur Lutzen

Ídnaður

Í løtuni standa trý skip á bedingini hjá Tórshavnar Skipasmiðju, sum skulu hava aksiltrekk. Skipini eru línubáturin Helena, garnaskipið Thor og trolbáturin Búgvin.
Bedingsmeistarin, Kristoffur Lutzen, sigur, at slík arbeiðir vanliga ikki taka so langa tíð.
- Aksiltrekk tekur vanliga ikki langa tíð. Hetta eru skip, sum koma upp og fara síðan av aftur.
Á bedingini stendur eisini ein annar bátur í løtuni.
- Hetta er fóðurbáturin Nordic, sum vanliga liggur fyri teym á Funningsfirði. Báturin skal hava ymisk sýn; hann verður málaður, og haraftrat skulu vit gera fóðurtangar í lastini, sigur bedingsmeistarin.
Nordic hevur staðið á bedingini hjá Tórshavnar Skipasmiðju síðan miðjan januar.

Nýbygging
Kristoffur Lutzen veit at siga, at nógv virksemi er í byggihøllini í løtuni, har nýbygningur av sama slagi, sum Hansa Maria og Skálafossur, verður smíðaður.
Hetta eru snøggir trolbátar.
- Skrokkarnir eru smíðaðir í Pólandi fyri Tórshavnar Skipasmiðju, sum annars eigur alt konseptið.
Bedingsmeistarin veit at siga, at nógvir maskinsmiðir eru í gongd í byggihøllini í løtuni, nú nýbygningurin skal verða liðugur 3. mai.
- Einir 8-10 mans arbeiða soleiðis í tveimum vaktum. Haraftrat kemur eitt nú el-arbeiði og apeteringsarbeiði, sum Byggiservice tekur sær av.

Seinkaður
Kristoffur Lutzen veit at siga, at skrokkurin til nýbygningin ætlandi skuldi koma úr Pólandi í november í fjør, men kom ikki fyrr enn í februar í ár.
- Hetta ger, at meira trýst er á hesi bygging, enn tað annars hevði verið, um skrokkurin kom til tíðina, leggur hann aftrat.
Bæði Hansa Maria og Skálafossur eru longdir, síðan teir vóru bygdir, men nýbygningurin, sum er til eitt felag í Havn, hevur upprunaligu mátini, sum er longdin, ið Hansa Maria og Skálafossur hava í dag.
Á Tórshavnar Skipasmiðju arbeiði eini 140 fólk tilsamans, tá ið øll eru íroknað..