Trø skulu ávara um flóðalduvanda

Í Japan hevur ein borgarafelagsskapur gjørt av at planta 17.300 kirsuberjatrø fram við strondini, sum varð meinast rakt av flóðalduni fyri skjótt átta mánaðum síðani. Strondin er 173 kilometrar long, so tað verða 10 metrar ímillum trøini.

Tá flóðaldan skolaði inn yvir strondina, kom sjógvurin heilt upp í 40 metra hædd, og tí verða trøini plantað 40 metrar yvir sjóvarmálanum fyri at ávara um, at tað kann vera vandamikið at vera niðari, um ein flóðalda skuldi komið hagar.

Tað er ikki av tilvild, at borgarafelagsskapurin hevur valt at brúka júst kirsuberjatrø sum flóðalduávaring, tí kirsuberjatrø bera orð fyri at klára seg serliga væl, har nógv salt er í luft ella vatni, skrivar blaðið The Telegraph.