Eftir eina tíð við B36 í aldudali hava dystirnir millum tey bæði stóru havnarfeløgini seinastu árini fingið nýtt lív. Talan er um tvey av bestu liðum í landinum, føroyameistararnar seinastu tvey árini, og í mun til fyri nøkrum árum síðani ber illa til at siga frammanundan, hvussu leikur fer.
Sigast má, at undan dystinum í morgin liggur trýstið á føroyameistarunum úr HB, sum enn ikki hava fingið spælið at koyra eftir ætlan.
Liðskiparin Rúni Nolsøe heldur kortini ikki, at tað er rætt at tosa um kreppu hjá HB.
? Tað hevur víst seg, at teir jøvnu dystirnir í ár ikki hava koppað til okkara fyrimun, eins og teir gjørdu í fjør. Men tað er heilt givið, at tað hevur stóran týdning fyri okkum at vinna í morgin, sigur Rúni.
Allan Mørkøre fekk ein skaða í lærkrikan, tá HB spældi í Sumba fyri einari viku síðani. Í steypadystinum móti KÍ helt hann bert í 20 minuttir, og hann er ógvuliga ivasamur til dystin í morgin. Magni á Lakjuni hevur heldur ikki fingið vant í seinastuni, tí hann hevur bruna í beininum.
Rúni Nolsøe sigur, at spælið hjá HB í ár hevur verið vánaligt, men at tað enn er góð tíð til at rætta upp á skeivleikarnar. Hann vísir eisini á, at B36 nú hevur torførar dystir fyri framman, meðan HB á pappírinum ikki hevur so torføra skrá.
B36 fer eftir sigrinum
Starvsfelagin hjá Rúna, John Petersen (teir arbeiða báðir hjá Thomas Dam Ítrótti), veit eisini av, at dystirnir hjá B36 higartil í kappingini ikki hava verið teir truplastu á hesum góða »pappírinum«.
? Hinvegin vóru hetta dystir, sum skuldu vinnast, um vit ætla okkum at gerast føroyameistarar, og tað hava vit so megnað, sigur John Petersen.
Hann sigur, at tað liggur meira trýst á HB enn á B36 í morgin, tí HB hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar í Gundadali.
? Vit kunnu hinvegin loyva okkum at missa stig, og fyri okkum er javnleikur heldur ikki nøkur katastrofa. Men vit fara heilt greitt eftir øllum stigunum í morgin, sigur John.
Djóni Nolsøe Joensen er tann einasti hjá B36, sum er ivasamur eftir skaðan hjá honum. Hvørki av liðunum hevur nøkur leikbann (Jan Dam varð útvístur í Sumba, men sat leikbannið av í steypadystinum móti KÍ, men spurningurin er, hvussu stóran part Jan Dam spælir í ætlanunum hjá HB-venjaranum í ár), og sostatt skuldi verið lagt upp til enn ein branddyst millum grannarnar báðar í Gundadali.
Í fjør vunnu liðini hvør sín dyst. HB vann í fyrsta umfari av kappingini 1-0 upp á eitt brotsspark, meðan seinni dysturin endaði 3-2 til B36 ? einasti dystur, føroyameistararnir taptu í fjør. Sigursmálið skeyt Jákup á Borg í seinastu minuttunum, eftir at HB eitt skifti hevði verið á odda 2-1 við tíggju monnum á vøllinum, eftir at Jan Dam hevði fingið reyða kortið.