Onkur undraði seg til dømis yvir, hví fólk við barnavognum sluppu umborð, áðrenn hini ferðafólkini.
- Tað gjørdu vit heilt einfalt av trygdarávum, tí á fyrstu túrunum av Leirvík vóru fleiri kvinnur við barnavognum kroystar í stóru mannamúgvunum, sigur John.
Ikki so fáir bilførarar í Klaksvík fingu sær ein hvøkk, tá teir funnu út av, at bilurin var farin aftast í røðina, hóast hann varð settur á ferjuleguna kvøldið fyri.
Tá fólk seta bilarnar kvøldið fyri, verður tað ógjørligt at halda skil á røðunum í eini støðu, sum á Summarfestivalinum. Frá Klaksvíkar Havn fingu við tí ræðisrætt yvir keiøkinum, og skipaðu tað í aðrar bíðirøðir, enn vanligt, sigur John.
At tað ikki altíð loysir seg líka væl at troka seg fram, heldur John hesa hendingina frá leygarkvøldinum lýsa sera væl. Ein rættiliga fullur maður bardi seg fyrst ígjøgnum gyrðingar kom síðani í klammarí við eina vakt fyri at sleppa umborð á Dúgvuna. Tað eydnaðis eisini, men umborð datt hann av á vesinum, og raknaði ikki við aftur fyrr enn Dúgvan var aftur á Klaksvík. Túrurin til Lervíkar kom sostatt at taka framfýsna garpinum út við tveir tímar!
Hóast uppgávan á Summarfestivalinum ikki var tann størsta, Ansni hevur havt, gjørdi vánaliga veðrið júst hesa uppgávuna heldur strævna.
- Tá tú skalt boða frá, at nu sleppa ikki fleiri umborð, og tað framvegis standa meir enn 300 fólk eftir í oysregni, er tað væl skilligt, at onkur verður firtin. So jú, vi fingu nakrar skolur í vikuskiftinum, men tað má man duga at taka í einum starvi, sum hesum, sigur John.
ave