ÍF hevur í kvøld í vánaligum líkindum vunnið 4-3 ímóti B68 á útivølli. Tað er gott lag á fuglfirðingum, sum eru á veg av Svangaskarði.
ÍF hevur í kvøld vunnið 4-3 á B68. Talan var um illa skipaða uppgerð. Tað komst av sera vánaligum umstøðunum.
Merkisvert var tað, at øll málini uttan tað fyrsta, sum Camara skoraði fyri B68, vórðu skorað eftir deyðbóltsstøðu.
Camara legði B68 framum í 9. minutti, tá ið hann lyfti bóltin upp um Jákup Mikkelsen.
Tá ið stórur hálvur tími var farin, skoraði ÍF tvær ferðir: Frank Poulsen sendi hornaspark beinleiðis í málið, og so sendi Christian Chinedu Muornaife fríspark beinleiðis í málið.
Kristian Anton Andreasen javnaði til 2-2 dygst undan steðginum, tá ið hann sendi fríspark í málið.
So tók ÍF rættuliga dyk á seg. Christian Chinedu Muornaife sendi brotsspark í málið til 3-2, og Dánjal á Lakjuni økti til 4-2 eftir hornasparksstøðu.
Kristian Anton Andreasen minkaði um munin, tá ið hann sendi fríspark í málið.
Síðstu løtuna var stórt trýst á ÍF málið, men fuglfirðingar ofraðu seg í verjupartinum, bólturin var ofta uttanfyri vøllin í ovara borði, og hann fór ongantíð inn um Jákup Mikkelsen.
4-3 til ÍF á Toftum!
B68-ÍF 3-4 (2-2)
1-0: Ibrahima Camara 9.
1-1: Frank Poulsen 30.
1-2: Christian Chinedu Muornaife 42.
2-2: Kristian Anton Andreasen 45.
2-3: Christian Chinedu Muornaife br 52.
2-4: Dánjal á Lakjuni 58.
3-4: Kristian Anton Andreasen 62.
----------
Hóast líkindini eru vánalig, og tað er lítið skil á fótbóltsspælinum, so er stórur spenningur á Svangaskarði, har ÍF vitjar.
Eitt korter undan leikloki hevur B68 minkað um munin, sum nú er 4-3 til ÍF.
Enn eina ferð var tað Kristian Anton Andreassen, sum skoraði fyri heimaliðið.
Toftamenn royna at trýsta fyri at vinna úrtøku, og tað ber við sær, at fuglfirðingar eru vandamiklir í mótálopum.
-------
Nú 20 minuttir eru farnir av 2. hálvleiki, er ÍF á odda 4-2. Merkisvert er tað, at øll fýra málini hjá fuglfirðingum eru skorað eftir deyðbóltsstøður.
Nýggi álopsspælarin, Chris Hjervild, umsetti fríspark til 3-2, og lítla løtu seinni var uppskriftin tann sama, tá ið bólturin eftir fríspark datt fyri føturnar á Dánjali á Lakjuni, sum smekkaði til.
Grova ælið argar øgiligt!
-----------
Teir eru júst farnir undir 2. hálvleik á Svangaskarði, har støðan millum B68 og ÍF er 2-2.
Kristian Anton Andreassen javnaði fyri B68 til 2-2, tá ið hann sendi fríspark beinleiðis í málið.
At trý mál eru skorað eftir deyðbóltsstøður kemst partvís av, at nógvi vindurin spælir eitt orduligt puss. Skipaðum fótbóltsspæli er tað millum lítið og einki av, og ógvuliga freku ælingarnir gera ikki umstøðurnar betri - hvørki hjá spælarunum ella áskoðarunum.
--------------------
Tað kann ganga skjótt í fótbólti. Eftir lítlari løtu hevur ÍF skorað tvey mál á Svangaskarði, so støðan er 2-1 til ÍF.
Frank Poulsen sendi horna beinleiðis í málið, og síðani sendi nýggi álopsspælarin Chris Hjervild fríspark beinleiðis í málið.
Vindurin er ógvuliga nógvur, og tað er lítið av skipaðum spæli á Svangaskarði.
----
Oyggjauppgerð í fremstu fótbóltsdeildini er í kvøld á Svangaskarði. Eiler Rasmussen bríkslaði fyri fyrstu ferð klokkan 17.30, og átta minuttir seinni fegnaðust toftamenn um fyrsta málið í ársins landskapping.
Kamara lyfti bóltin upp um Jákup Mikkelsen, sum var komin ov langt út úr ÍF málinum.
Tað er turt, og sólin hevur hug at skýna, men fótbóltslíkindini eru ikki góð. Tað er nógvur vindur upp á tvørs av vøllinum, og tað darvar spælinum rættuliga nógv.
Fyrsta hálva tíman hevur heimaliðið havt meiri trýst á mótstøðumálið. Fuglfirðingar hava verið vandamiklir í onkrum snarálopum.