Træta um eina grótrúgvu endar nú í rættinum

Sumbiar Kommuna heldur seg hava fingið játtilsi upp á eina stóra grótrúgvu, sum liggur í Lorpansdali, men Landsverkfrøðingurin hevur játtað vágbingum grótið til havnaútbygging

Eftirspurningur eftir gróti

Sumbiar Kommuna: Tað er stórur eftirspurningur eftir teirri stóru grótrúgvuni, sum liggur í Lopransdali-so stórur, at tað nú verður neyðugt hjá Føroya Rætti at gera av, hvør skal hava grótið.
Talan er um grótið. sum er sprongt úr tunlinum, ið gongur ímillum Lopra og Sumba.
Og tað er ikki hissini grótrúgva, talan er um, tí mett verður, at tað eru umleið 100.000 kubikk av gróti.

Grótið til Vágs
Landsverkfrøðingurin hevur játtað Vágs kommunu grótið til at brúka til kommunalar útbyggingar, eitt nú til at fylla út framvið sjónum í sambandi viå ætlaðu djúphavnina.
Men Sumbiar Kommuna tvíheldur um, at Landsverkfrøðingurin longu frammanundan hevði játtað Sumbiar kommunu rættin til grótið.
Fundir við Landsverkfrøðingin hava ikki ført til nakað úrslit og tí hevur Sumbiar Bygdaráð gjørt av at stevna Landsverkfrøðinginum
Í løtuni eru tað sakførarnir hjá báðum pørtum, sum skriva sínámillum sín og tí veit JacobVestergaard ikki akkurát, hvussu langt málið er komið.
Bygdaráðið í Sumba heldur, at Landsverkfrøðingurin kundi ikki lova grótið burtur tvær ferðir, men av tí at avtalað varð gjørd við Sumbiar Kommunu fyrst, er tað tann avtalan sum er galdandi og ikki avtalan, sum seinni er gjørd við Vágs Kommunu.
Jacob Vestergaard, hevur somuleiðis áður upplýst fyri blaðnum, at Landsverkfrøðingurin hevur harafturat altíð havt til siðvenju, at í sambandi við tunnilsgerðir eigur kommunan, sum arbeitt verður í, eisini grótið, sum er sprongt burtur.
Men í hesum føri er tað orð ímóti orði, tí Landsverkfrøðingurin sigur, at hann hevur ikki lovað sumbingum nakað.
Í rættinum fer Sumbiar bygdaráðið at krevja, at Landsverkfrøðingurin heldur avtaluna, hann hevur gjørt við kommununa.

Fingu 20.000 kubikk
Annars hevur kommunan fingið skrivligt loyvi til at taka 20.000 kubikk av hesum sama gróti til at gera havnalagið størri.
Men kommunan hevur brúk fyri øllum grótinum, tí metingar vísa, at skal alt tað fyllast út, sum kommunan ætlar, verða tað brúk fyri 120.000 kubikkum av gróti, tí tað er rættiliga djúpt ov víðført.
Jacob Vestergaard sigur, at tað er brúk fyri at gera havnalagið størri, fyri at skapa møguleikar til at byggja virki, um áhugi er fyri tí.