Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa alt um FM finalurnar í hondbólti, sum vóru um vikuskiftið. Bæði Kyndil og H71 eru greipuvinnarar hetta kappingarárið.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Við í blaðnum í dag eru spælarametingar frá FM finalunum. Hjá monnum fekk málverjin hjá H71, Ári E. Dam hægstu meting av øll monnunum á vøllinum. Hjá kvinnunum fingu tveir av spælarunum hjá Kyndli 5-tøl.
Les eisini alt um fimta umfar í Effo-deildini, har suðuroyingar hava lagt seg á odda. Dysturin hesa vikuna er Víkingur-KÍ, har tað eisini eru spælarametingar. Somuleiðis kanst tú lesa um tríggjar avbjóðingar, sum Víkingur og KÍ hava á vegnum til FM 2017. Eitt nú ættarliðsskiftið hjá Víkingi og stuðulsskipanin til Páll A. Klettskarð.
Les eisini um Gilla Rólantsson, sum skoraði ársins mál í Noreg um vikuskiftið. Hann svarar millum annað fimm spurningum. Har í millum, um hatta var hansara besta mál nakrantíð. Les eisini um Kontrast FM og ummælið av bók um Mads Timm, sum eina ferð varð spáddur eina bjarta framtíð í Manchester United.