Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa samrøðu við Hall Hansson, sum um vikuskiftið var við til at vinna á FCK í Parkini, sum tó var tóm fyri áskoðarum. Les eisini um støðuna hjá spælarunum í AC Horsens og hvussu teir fyribyrgja, at nakar í hópinum skal blíva smittaður.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Les eisini um hondbóltsvikuskiftið, har VÍF meldaði seg inn aftur í FM-stríðið hjá monnum, meðan KÍF fekk ein ordans umgang av H71. Hjá kvinnunum vísti Marjun F. Danberg stórspæl, tá Neistin vann á VÍF.
Les eisini um borðtennis, har Grand Prix-kappingarárið nú er av, og trý tey bestu í hvørjum aldursbólki eru heiðrað. Myndir av vinnarunum eru í blaðnum í dag.
Les eisini um Coronavikuskiftið í føroyskum ítrótti, umframt klummuna, sum er kritisk mótvegis mynduleikunum.