Saman við Frode Johnsen og umboðsmanninum hjá norska áleyparanum sat Niels Christian Holmstrøm og fekk sær ein bita á eini lítlari matstovu í Bergen týskvøldið, tá ið ein blaðmaður og ein myndamaður frá lokala blaðnum, Bergens Tidende, kom innar í matstovuni og spurdi, um teir kundu taka eina mynd av teimum. Hetta var sýtt, og sambært monnunum frá Bergens Tidende gjørdist hýrurin í matstovuni so mikið spentur, at teir valdu at fara út um at bíða.
Sparkaði myndamannin
Trupulleikin er tann, at Frode Johnsen hevur meiri enn eitt hálvt ár eftir at sáttmála sínum við felag sítt Rosenborg, og tí hevur hann ikki loyvi til at hava samband við onnur feløg, uttan so at viðkomandi felag fyrst vendir sær til Rosenborg. Tað hevði Niels Christian Holmstrøm og FCK ikki gjørt, og tí var fundurin teirramillum ólógligur, og FCK kann vænta sær harða revsing frá avvarðandi myndugleikum.
Fyri at gera skaðan enn verri, var atburðurin hjá Niels Christian Holmstrøm mótvegis myndamanninum hjá Bergens Tidende, tá ið danin kom út av matstovuni so ógvusligur, at ítróttarstjórin verður meldaður til norsku løgregluna.
Frode Johnsen og umboðsmaður hansara komu fyrst út av matstovuni, men teir grettu ikki orð yvir fyri blaðmanninum og myndamanninum, sum avmyndaði teir. Løtu seinni kom ítróttarstjórin í FCK út, og tá ið myndamaðurin royndi at avmynda Niels Christian Holmstrøm, gjørdist danin frá sær sjálvum. Hann legði eftir myndamanninum og sparkaði hann, og harumframt breyt hann eisini blitzið hjá honum.
Nú hevur Bergens Tidende gjørt av, at teir melda danska ítróttarstjóran til norsku løgregluna.
Ikki gott fyri Toda
Sjálvsagt eru tað ikki góð tíðindi fyri FCK, at ítróttarstjórin í FCK sýnir slíkan atburð, men fyri Toda Jónsson eru tíðindi helst enn verri, tá ið havt verður í huga, hvørji ørindini hjá Niels Christian Holmstrøm vóru í Bergen.
Fundurin við Frode Johnsen og umboðsmann hansara kunnu bert tulkast sum eitt tekin um, at FCK ætlar sær 31 ára gamla norska álopsmannin. Hetta bendir á, at leiðslan í FC Keypmannahavn ikki er serliga áhugað í at leingja sáttmálan við Toda Jónsson, sum tískil kann rokna við at verða fríttstillaður í summar.
Í løtuni er Todi nummar fimm í røðini av teimum fimm áleyparunum hjá danska meistaraliðnum, og tí er hann allarhelst tann, ið fyrst verður vrakaður, um FCK ognar sær Frode Johnsen.