Stórur vandi er fyri, at allur ítróttur framyvir verður miðsavnaður í Havn, um ikki ítróttarfeløgini fáa lagaligari treytir frá landsins myndugleikum í sambandi við løn til útlendsk ítróttarfólk. Tað heldur formaðurin í Hondbóltssambandi Føroya, Eivind Jacobsen.
Nevndin í hondbóltssambandinum var týsdagin á fundi við løgmann um støðuna hjá útlendskum ítróttarfólkum. Nevndin sigur í tíðindaskrivi, at tað hon hevur fingið eitt slag av lyfti um, at endurnýggjan av arbeiðsloyvum hjá hesum fólkum verður viðgjørt eftir somu treytum, sum vórðu praktiseraðar fyri jól.
Hetta fegnast formaður hondbóltssambandsins sjálvandi um, men hann fýlist á framferðina hjá tí politiska myndugleikanum á hesum økinum.
? Tað eru ov nógv fólk, ið hava sovið í tímanum í hesum málinum. Vit vistu longu fyri hálvum ári síðani, at henda støðan fór at taka seg upp og hava roynt at gjørt vart við trupulleikan, men eingin hevur latið við seg koma, sigur Eivind Jacobsen, formaður í HSF, og tá sipar hann bæði til politikarar og til hondbóltsfeløgini, sum ikki hava gjørt nóg væl vart við seg í hesum máli.
? Málið er farið ígjøgnum uttan at fólk hava givið sær far um fylgjurnar av tí framferð, sum Innlendismálaráðið nú praktiserar. Politikarar og feløgini hava ikki mótmælt nóg harðliga, og vit kundu væl sloppið undan tí roki, sum nú er íkomið, heldur hann.
Miðsavning
Hóast Hondbóltssambandið hevur fingið eitt lyfti um, at endurnýggjan av arbeiðsloyvum nú skal vera eftir teimum somu treytunum, sum tá loyvini vórðu givin, so er HSF langt frá nøgt við verandi støðu.
Ætlanin er, at eitt ítróttarfelag skal binda seg at lata einum íðkara í minsta lagi 52 % av einum arbeiðsmannaløn, og síðani kann íðkarin í mesta lagi arbeiða fyri 48 % av eini arbeiðsmannaløn við síðuna av ítróttinum.
Hetta fer at hava sera stórar avleiðingar fyri ítróttarvirksemi, serliga úti á bygd, har vinnulívið ofta stuðlar ítróttarfeløgum við at geva útlendskum ítróttarfólki arbeiði á staðnum. Hetta fer ikki at bera til í framtíðini, tí at íðkarin bert kann hava eitt hálvtíðarstarv við síðuna av ítróttinum.
? Vit halda, at tað er órímiligt at krevja, at ítróttarfeløgini skulu rinda ein so stóran part av inntøkuni hjá einum leikara. Veruleikin er tann, at nógv útlendsk ítróttarfólk ongar pengar fáa frá feløgunum fyri at spæla, men bert eitt arbeiði á staðnum, vísir formaðurin á.
Eivind Jacobsen ber stóran ótta fyri, at henda regla fer at hava við sær, at nærum alt ítróttarvirksemi á hægri støði verður savnað í miðstaðarøkinum. Havnarfeløgini eru nógv sterkari fíggjarliga enn feløgini á bygd, sum ikki fara at hava nakran møguleika at bjóða teimum av. Endin er, at allir teir dugnaligastu bygdamenninir enda í havnafeløgum, sum vit eisini síggja innan fótbóltin.
? Vit kunnu taka Vág sum eitt gott dømi. Høllin í Vági er full eini 10-15 ferðir um árið, tí at fólk á staðnum vilja síggja kvinnuliðið hjá VB. Treytin fyri hesum er, at teir útlendingar, sum mangan eru tær berandi kreftirnar á liðnum, fáa eitt arbeiði á staðnum. Vit mugu hyggja eftir tí íkasti, sum útlendsk ítróttarfólk geva ítróttarlívinum og nærumhvørvinum úti um landið og ikki bara fokusera uppá, at tey stjala arbeiði frá føroyingum, vísir Eivind Jacobsen á.
Lagaligari treytir
Um ítróttarfeløgini ikki fáa lagaligari treytir enn tað, sum er í uppskoti beint nú, er vandi fyri, at ítróttarfeløgini úti á bygd ikki kunnu fylgja við longur.
Landsstýrið hevur boðað frá, at tað fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal orða nakrar greiðar reglur fyri arbeiðsloyvi til útlendingar í Føroyum. Miðað verður eftir at hava eitt uppskot klárt at seta í verk tann 1. januar.
Enn er ógreitt hvussu hesar reglur fara at síggja út, men um innlendismálaráðið ikki broytir støðu kann væntast, at tær nýggju reglurnar verða tær somu, sum hava verið praktiseraðar seinastu mánaðirnar.
Formaðurin í Hondbóltssambandinum vónar, at ítrótturin fær lagaligari treytir at ganga undir, so at ítróttarvirksemið kann halda fram og mennast, sum tað hevur gjørt seinastu árini ? við góðari hjálp frá dugnaligum útlendskum ítróttarfólki.