Útróður er lítið at tosa um

Tað hevur viðrað stak illa hjá smærru útróðrarbátunum í Klaksvík higartil í ár.

Mikudagin lógu flest allir útróðrarbátarnir bundnir við bryggju.
Umborð á einum teirra  Skýliskletti - var útróðrarmaðurin, Jógvan Páll Steinberg í ferð við okkurt smávegis arbeiði í maskinuni.
Eins og hinir útróðrarmenninir í hesum fiskivinnubýi okkara bíðar hann somuleiðis eftir líkindum, bæði veðri og streymi.
- Høvdu vit bara fingið fleiri túrar, so hevði verið betri, sigur Jógvan Páll.
Prísinum á hýsuni hevur einki bilað. Hann hevur ligið upp móti 14 kr. fyri kilo, men var herfyri heilt uppi á 20 kr.
- Men vit sleppa ikki út fyri veður, sigur hann harmur á málinum.
Báturin sjálvur er góður í sjónum. Men við so vánaligum veðri sum tað hevur verið í seinastuni, er ikki nógv annað at gera enn at liggja við bryggju og bíða.
 
Smáligt í ár
Tað er altíð ójavnt, hvussu nógvar stampar ið bátarnir hava við sær, tá farið verður til útróðrar. Tað eru mong viðurskifti, sum avgera hetta.
Tá teir báðir Harry og Jógvan Páll fara til útróðrar, hava teir vanliga 24 stampar við sær.
- Vit eru tveir mans við hvørja ferð, sigur Jógvan Páll.
Fiskiskapurin hjá útróðrarmonnum er eisini ójavnur ár undan ári og til tær ymiskur árstíðirnar.
Men tá tosað verður við útróðrarmenn um fiskiskapin higartil í ár, er svarið helst tað sama: Tað hevur verið sera smáligt!
 
Viðrað illa
At fiskiskapurin hjá Skýliskletti ikki hevur verið nakað undantak í so máta, kann Jógvan Páll skriva undir uppá:
- Skal eg siga sum tað er, so hevur fiskiskapurin í ár verið rættiliga vánaligur.
- Tað viðraði stak illa fyrr í vár, og nú í mai mánaði hevur verið heilt galið, sigur Jógvan Páll.
Orsakað av vánaligu veðurlíkindunum hevði Skýlisklettur ikki verið til útróður í eina viku, frammanundan samrøðuni við henda útróðrarmannin á Stongunum.
Tá samrøðan varð gjørd mikudagin í farnu viku var ætlanin kortini at fara til fiskiskap fyrst í hesi vikuni.
- Tá er streymurin eisini munandi betri, sigur hann.
 
Fleiri túrar
Eitt er so veðurlíkindini. Hvussu hevur verið við sjálvum fiskiskapinum í ár, samanborið við í fjør?
Skal ein samanbera fiskiskapin hjá Skýliskletti, so ber tað ikki heilt væl til, tí í fjør lógu teir stilt í nakrar vikur, orsakað av einum breki í maskinuni.
- Men eg haldi, at í ár hevur tað verið av tí allar lakasta, slær Jógvan Páll fast.
Um ein tosar við útróðrarmenn í Klaksvík er helst semja um hetta sama.
Februar mánaður var hampiliga góður, men hinar mánaðirnar hevur verið stak lítil fiskiskapur.
- Tað var nakað at fáa í vár. Men trupulleikin er bert hann, at tað hevur viðrað so ómetaliga illa.
- Tað hevði hjálpt gott um vit fingu heldur fleiri túrar, sigur hann.
 

Størri bát
Skýlisklettur, sum eisini hevur verið heimahoyrandi í Íslandi, er ein Aqua Star 33 bátur úr glastrevjum.
Henda bátin hava teir havt í tvey ár. Frammanundan høvdu teir ein 29 fót bát av sama slagi.
Sjálvur hevur Jógvan Páll verið útróðrarmaður síðani 1992, og var til skips áðrenn tað.
Jógvan Páll og bróðir hansara hava  verið við útróðrarbátinum, men tá bróðurin fekk annað arbeiði fór hann av.
Í dag eru tað feðgarnir báðir  Harry og Jógvan Páll Steinberg sum reka henda útróðrarbátin.