Á trappuni til teir bestu

Triði síðsta umfar í næstbestu deildini er á skránni hetta vikuskiftið. B68 er sjey stig frammanfyri FC Suðuroy, sum kappast við Skála um uppflyting. Harvið er møguleiki fyri, at toftamenn longu í morgin fáa trygd fyri atgongumerkjunum til bestu deildina. Hetta verður veruleiki, um B68 vinnur í morgin, og tað verður møguleiki, um kappingarneytarnir til uppflyting ikki vinna fulla úrtøku.
B68 skal til Klaksvíkar at dystast við teir næstbestu hjá KÍ, og hini bæði liðini, sum kappast um at flyta upp, eru eisini á útivølli. FC Suðuroy skal spæla ímóti EB/Streymi, sum er undir niðurflytingarstrikuni, og Skála skal sunnudagin spæla á útivølli ímóti B71. Tað er mest sum greitt, at sandoyingar næsta ár skulu niður í triði bestu deildina.
Í fjør fluttu B68 og FC Suðuroy niður úr bestu deildini.
Í Leirvík fær Víkingur í morgin vitjan av B36, og HB fær vitjan av TB, sum við trivaligum 5-2 heimasigri á Víkingi í síðsta umfari lyfti seg upp um strikuna.