15. ferð eydnaðist tað hjá republikanaranum Kevin McCarthy.
Eftir fýra dagar og 15 atkvøðugreiðslur eydnaðist tað umsíðir í morgun okkara tíð at savna nóg nógvar atkvøður at velja nýggjan formann fyri Umboðsmannatingið í USA eftir Nancy Pelosi.
Kevin McCarthy hevur soleiðis fingið 216 av tilsamans 428 atkvøðum. Fyri at vinna skuldi hann hava meirilutan av navngivnu atkvøðunum. Atkvøðurnar »til staðar« telja ikki.
Í mun til fyrru atkvøðugreiðslurnar broyttu teir fýra republikanararnir Andy Biggs, Eli Crane, Bob Good og Matt Ronsendale teirra atkvøður frá at vera ímóti McCarthy til »til staðar«.
Samstundis hildu Lauren Boebert og Matt Gaetz fast í støðu teirra frá fyrra umfari og atkvøddur somuleiðis »til staðar«.
Umboðsmannatingið hevur 435 limir. Ein sessur er tómur, tí ein limur doyði, fáar vikur eftir at hann varð afturvaldur.
Sambært The New York Times og CNN ringdi fyrrverandi forsetin, Donald Trump, eftir øllum at døma bæði til Matt Gaetz og Andy Biggs í gjár.
Eftir telefonsamrøðuna við Andy Biggs broytti advokturin frá Arizona eftir øllum at døma sína atvkøðu frá at vera ímóti McCarthy til at atkvøða »til staðar«.
Við valinum av einum nýggjum formanni kann Kongressin umsíðir halda fram við arbeiðinum, eins og nýggir limir kunnu verða tiknir í ei í kjalarvørrinum av miðvalinum í november.
Tað er ikki hent í 164 ár, at tað hevur tikið so drúgva tíð at finna ein nýggjan formann til týdningarmikla starvið.
/ritzau/