Trettan føroyskir bil-lakkerarar á skeið

Herfyri vóru bil-lakkerarar frá ymiskum føroyskum bilverkstøðum á skeið á tekniska skúlanum í Silkeborg.

Danska lakkfyritøkan Baden-Jensen skipaði fyri skeiðinum, teir umboða Spies Hecker, ið er størsti framleiðari av lakki í vesturheiminum. Skeiðið umfataði alt tað nýggjasta innan lakkering, smáumvælingar og poleringsteknikk. Serliga var tað nýggja umhvørvisvinarliga Greentec Line lakkið, ið er vantbaserað og lýkur tey strongu ES-krøvini, ið koma í gildi í 2007. Á Plátu- og lakkeringsverkstaðnum hjá Reyni Service í Hoyvík brúka teir longu nú vatnbaseraða lakkering við umhvørvisvinarliga Greentec Line lakkinum.
Lakkdeildin hjá málingahandlinum Hjá Fróða í Havn umboðar Speis Hecker lakkið í Føroyum.