Trettan bileigarar í Eystyroynni vaknaðu í morgun til, at nummarpláturnar á teirra bilum vóru kliptar av. Tað er løgreglan, ið hevur verið úti og klipt nummarplátuna á bilum, ið ikki hava øll viðurskiftir í rættlag.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at nummarpláturnar eru kliptar vegna vantandi gjald av trygging ella veggjald ella tí teir ikki eru møttir til sýn hjá Akstovuni.
Inntil hesi viðurskiftir eru fingin í rættlag aftur, er tað sostatt ikki lov at koyra við hesum bilum.