Leygarkvøldið 10. januar skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansinum, sum í ár verður í Róðrarneystinum á Argjum
Hetta verður 14. ár á rað, at Tøkum Lætt skipar fyri hesum tiltakinum. Tey síðstu nógvu árini hava vit verið í Sjónleikarhúsinum, men av tí at húsið er upptikið av sjónleiki, er tað ikki møguligt í ár. Hetta er ikki fyrstu ferð, tey eru á Argjum, tey vóru har fleiri av teimum fyrstu árunum, tá skipað varð fyri 13. kvøld dansi, og har var altíð nógv fólk.
Byrjað verður kl 22, siga tey frá Tøkum Lætt