Øll valevni eru kortini vælkomin at senda okkum tilfar, men vit kunnu kortini ikki lova, at tilfarið kemur í blaðið, tá valevni ynskja tað.
Fyri at bøta um henda trupulleika hevur blaðleiðslan gjørt av, at valtilfarið ikki skal fylla meira enn áleið eina A4 síðu - ella umleið 2.800 tekn. Saman við valgreinum kann prentast andlitsmynd av valevninum. Annar grafikkur verður ikki tikin við.
Roknast kann ikki við at fáa valtilfar í leygardagsblaðið.