Triði hvør havt strongd

Berlingske Tidende skrivar, at 37% av dønum hava verið somikið stressaðir í arbeiðslívi sínum, at teir eina ella fleiri ferðir hava verið sjúkrameldaðir av hesum ávum. Tað er Capacent Epinion, sum vegna PFA hevur spurt 1.168 danir um teirra upplivingar við strongd. Stina Amdi Letvad, sum er heilsuráðgevi hjá PFA, sigur, at hetta eisini hongur saman við, at strongd fær størri ans í dag. – Fyrr søgdu fólk, at tey høvdu krím. Tað er í dag meira legalt at verða heima við strongd sum grundgeving, sigur hon.