Um vit bert hyggja at fiskavøruútflutninginum, er minkingin 30%. Tað eru serliga útflutt minni av laksi, makreli og sild, skrivar Hagstovan.
Útflutningurin sveiggjar sera nógv frá mánað til mánað, og tí skulu tølini takast við fyrivarni, tá ið samanborið verður. Tað er tó ongin ivi um, at øll tiltøkini, sum eru sett í verk kring allan heimin at steðga kovid-19 smittuspjaðingini, hava ávirkan á møguleikarnar hjá okkum at selja fiskavørur, sum vit plaga, skrivar Hagstovan.
##med2##