Triðja uppboðssølan kunngjørd

Vørn hevur júst kunngjørt triðju afturlatnu uppboðssøluna.

Fiskiveiðieftirlitið, Vørn, hevur júst kunngjørt, at triðja afturlatna uppboðssølan verður 14. september.

 

Fyrsta uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 24. august, tá ið 5.447 tons av makreli, 1.721 tons av botnfiski fara á sølu. Annað afturlatna umfari verður 31. august, tá ið 9.000 tons av bæði norðhavssild og svartkjafti fara á uppboðssølu.

 

Rættindini, ið verða seld á triðja umfari, verða somuleiðis fyri 9.000 tons av ávikavist norðhavssild og svartkjafti.

 

Í almennari fráboðan sigur Vørn, at feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn.