Tríggir dystir eru á skránni í dag

Danmark og Ísland skulu í eldin í dag og Svøríki í morgin

Fyrstu dystirnir í miðumfarinum í EM endaspælinum í manshondbólti eru á skránni í dag. Í miðumfarinum eru tað tveir bólkar, og tað er í bólki 1, sum heldur til í Herning, at teir tríggir dystirnir í fyrsta umfarinum verða spældir í dag.

Í hesum bólkinum eru bæði Ísland og Danmark. Klokkan 15 verður dystur millum Makedonia og Ungarn, klokkan 17.15 skal Ísland spæla ímóti Eysturríki, og klokkan 19.30 bresta heimsmeistararnir í Spania og europameistararnir í Danmark saman.

Í morgin verða fyrstu dystirnir í bólki 2: kl. 14.45 Pólland-Hvítarussland, kl. 17.00 Russland-Svøríki og kl. 19.15 Frakland-Kroati.