Tað kemur fyri, at spurnartekin verða sett við soleiðis, sum kappingin er løgd til rættis, men fyri tað mesta liva feløgini, spælararnir, pressan og øll onnur við tí, sum FSF hevur lagt til rættis, eftir at feløgini hava havt uppskot um skrá til ummælis.
Í dag er fimta umfar í landskappingini á skrá. Hesaferð er tað merkisvert, at tríggir av teimum fimm dystunum verða spældir í høvuðsstaðnum. HB og EB/Streymur leggja fyri í Gundadali klokkan 14.30, klokkan 17 spæla AB og ÍF á Argjum, og klokkan 17.15 verður fyrsta bríksl í Gundadali, tá ið B36 tekur ímóti KÍ. Einastu dystirnir uttanfyri høvuðsstaðnum eru á hesum sinni í Gøtu, har Víkingur fær vitjan av FC Suðuroy, og í Trongisvági, har TB fær vitjan av toppliðnum NSÍ.
Tá ið trý av tíggju liðum í bestu deildini búgva í høvuðsstaðnum, eru tað oftast ein ella tveir dystir í Gundadali og á Argjum. Í einum umfari spæla øll høvuðsstaðarfeløgini á útivølli. Tað verður í 7. umfari, sum er ásett at vera 18. og 19. juni.
Um ólavsøkumundið verða tríggir dystir í høvuðsstaðnum, men tá verður spælt 27., 28. og 29. juli.
Tá ið havt verður í huga, at tað seinastu dagarnar hevur verið illfýsið og hvítt langt oman, so kann ikki sigast annað, enn at líkindini at spæla fótbólt vera hampulig seinnapartin. Tað verður turt, og lotið verður einar fýra metrar um sekundið av landnyrðingi. Hjá áskoðarum eru hyggjuráðini at lata seg væl í, tí hitastigini vera ikki fleiri enn trý!
5. umfar skírisdag
HB-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 14.30
TB-NSÍ: Páll Augustinussen kl. 15.00
Víkingur-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 15.00
AB-ÍF: Lars Müller kl. 17.00
B36-KÍ: Petur Reinert kl. 17.15
Støðan undan fimta umfari:
NSÍ 9
B36 8
TB 6
HB 6
KÍ 5
Víkingur 4
AB 4
ÍF 3
EB/Streymur 3
FC Suðuroy 0