Tríggir flokksformenn eru farnir frá eftir bretska valið, nú næstan øll valdømini eru tald upp.
Talan er um karismatiska leiðaran hjá ES kritiska UKIP flokkinum, Nigel Farage, og Nick Clegg, varaforsætisráðharri fyri Liberalu Demokratarnar og Ed Milliband, leiðara fyri Labour flokkin, sum hava sagt formannssessin frá sær eftir eitt keðiligt val.
Á ES tingvalinum seinasta ár, trein Farage av álvara fram á politiska pallin í bretlandi, tá ið hann gekk á odda í stríðnum móti bretskum ES-limaskapi. Flokkurin vann ES-valið í 2014 við flestum atkvøðum, og væntað var, at Nigel Farage hevði fastatøku í sínum valdømi til bretska tjóðartingið.
Finst at valskipanini
Undan bretska valinum, hevði Nigel Farage sagt, at vann hann ikki umboðið, fór hann frá sum formaður. Tá atkvøðurnar vóru taldar í Margate, varð greitt, at Konservativi flokkurin átti spinkla meirlutan við 38 prosentum av atkvøðunum móti teimum 32 prosentunum hjá UKIP.
- Vit eiga ikki at verða stjórnað av einari miðsavnaðari fyrisiting í Brússel, og vit eiga heldur ikki at góðtaka skeiklaða tingmannabýti í Onglandi, segði ein vónbrotin Nigel Farage.
Hann vísti á, at politiskt var talan um eitt stórt vónbrot, at UKIP ikki fekk størri umboðan á tingi, men persónliga kendi hann seg ógvuliga lættan. Farage nýtti høvi at finnast at valskipanini, tá ið hann boðaði frá, at hann segði formanssessin frá sær.
- Hóast vit vunnu ES-tingvalið í 2014 og tryggjaðu okkum útvið fýra milliónum atkvøðum til ársins tjóðartingval, standa vit eftir við einans einum tingsessi. Tað ber ikki til, og UKIP eigur at ganga á odda fyri at fáa broytt valskipanina, soleiðis at tingmannabýti umboðar fólksins vilja, segði hann.
Nick Clegg eisini farin
Stórsti taparin av øllum, er flokkurin hjá varforsætisráðharranum, Nick Clegg. Í 2010 fingu Liberalu Demokratarnir 57 tingsessir, og higartil hava hesir sessirnir verið eitt satt sjálvtøkuborð fyri hinar flokkarnir undir ársins tjóðartingvalið.
Summir viðmerkjarar vilja vera við, at samstarvsstjórnin millum Liberalu Demokratarnir og Konservativa flokkin, hevur gjørt meira ilt enn gott fyri Lib Dem, og tað nú sæst aftur í valúrslitinum. Teir eru farnir úr 57 niður í átta tingsessir, hóast teir framvegis eiga góð átta prosent av øllum atkvøðunum.
- Sum leiðari fyri flokkin, eri eg noyddur at taka avleiðingarnar fyri einum so dyggum smeiti sum hetta valið var fyri okkum, og tískil sigi eg formanssessin frá mær, segði Nick Clegg í morgun.
Konservativir sigursharrar
Konservativi flokkurin hevur tikið allar politiskar viðmerkjarar á bóli og gjørt allar veljararkanningarnar til skammar. Veljarakanningarnar høvdu borið tíðindi um eitt av teimum tættastu valunum í nýggjari tíð, men longu við fyrsta Exit-poll, varð søgan tann, at tey Konservativu fór at mangla einans 10 tingsessir at tryggja sær einsamalla meirlutan.
Nú eru einans átta valdømi eftir at kunngera, og Konservativi flokkurin hevur fingið enn betri úrslit enn væntað, og hevur tryggjað sær teir neyðugu 326 sessirnir. Av tí sama er eingin ivi um, at David Cameron aftur situr í bretska forssætisráðharrahúsunum á Downing Street, 10. Longu nú á middegi vísir BBC eisini bilfylgi hjá David Cameron ávegis til Buckingham Palace at staðfesta sín meirluta fyri Elisabeth drotning.
Milliband megnaði ikki uppgávuna
Søguliga er tað ógvuliga sjáldsamt, at ein stjórnarflokkur fær fleiri umboð á ting, meðan ein andstøðuflokkur fær færri umboð. Á middegi tók Ed Milliband, leiðarin hjá Labour flokkinum, eisini avleiðingarnar av hesum, og gjørdist triðji flokksformaðurin at leggja frá sær í dag.
- Hetta er ikki tann røðan, sum eg ynskti mær at halda fyri tykkum í dag. Eg eri serstakliga harmur um tey framúr tingfólkini, sum vit hava mist hetta valið, og eg taki alla ábyrgdina á mínar herðar.
Áðrenn, at Ed Milliband staðfesti tað, sum politisku viðmerkjararnir høvdu havt illgruna um, nýtti hann høvi at ynskja sínum mótstøðufólkum til lukku við sigrinum, og takka sínum stuðulsfólkum.
- Labour hevur tørv á einari sterkari leiðslu, og tískil sigi eg formannssessin frá mær í hesi løtu, segði Ed Milliband.