Tríggjar serstakar gudstænastur í Vágum

- Tað eru serliga øll tey, sum byrja í skúla, nú skúlarnir skjótt byrja aftur, sum verða boðin til gudstænasturnar, siga tey í Vága prestagjaldi.

 

Tað eru serliga tey, sum byrja í skúla, ið nú verða boðin til gudstænasturnar. Mynd: Álvur Haraldsen.

Nú skúlarnir skjótt byrja aftur, fara tey í Vága prestagjaldi at skipa fyri trimum sonevndum skúlabyrjunargudstænastun. 

 

Tað verður Marjun Kálvalíð, sum verður prestur við allar gudstænasturnar.

 

Sunnudagin 14. august klokkan 11 verður ein slík gudstænasta í Miðvágs kirkju, og sama dag klokkan 14 verður gudstænasta í Sandavágs kirkju.

 

Tiltakið, sum fevnir um allar kirkjurnar í Vágum, verður eisini í Sørvágs kirkju, og her verður skúlabyrjunargudstænastan hin 21. august klokkan 11. 

 

- Tað eru serliga øll tey, sum byrja í skúla, nú skúlarnir skjótt byrja aftur, sum verða boðin til gudstænasturnar, siga tey í Vága prestagjaldi.

 

Heitt verður á børn um at hava skúlatasku og penalarhús við sær, og síðan eru eisini foreldur, systkin, ommur, abbar og onnur, sum børnini kenna, vælkomin í kirkju.

 

- Gudstænasturnar verða skipaðar fyri børnum við barnavinarligum tekstum og sálmum, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Vága prestagjaldi.

 

 

 

Tað eru serliga tey, sum byrja í skúla, ið nú verða boðin til gudstænasturnar. Mynd: Álvur Haraldsen.