Triglav var á odda 3-2 men tapti 3-4

Hanus Sørensen og liðfelagarnir vóru fyri stórum vónbroti.

Seinnapartin taptu Hanus Sørensen og liðfelagarnir í Triglav Kranj annan dystin á rað í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini, og nú eru teir langt frá uppflytingarplássunum í deildini.

 

Tað var eitt serliga stórt vónbrot í dag hjá Triglav at tapa 3-4 fyri NK Bistrica á útivølli. Triglav var á odda 3-2, men tað eydnaðist kortini ikki at fáa stig í dag.

 

Toni Vinogradac legði Triglav á odda longu í fjórða minutti. Tá 29 minuttir vóru leiktir hevði Bistrica skotið tvey mál, og var á odda 2-1. Bert sjey minuttir seinni syrgdi Marko Brkić við einum brotssparki fyri, at Triglav javnaði til 2-2. Oliver Kregar fekk Triglav á sigurskós í 51. minutti, men bert seks minuttir seinni hevði heimaliðið skotið tvey mál, og so var Bistrica á odda 4-3, og fleiri mál komu ikki í dystinum.

 

Triglav er nú nummar fimm í deildini við 28 stigum. Teir hava heili 10 stig upp til fremsta liðið, Nafta sum hevur 38 stig. Grosuplje er næstfremst við 36 stigum, so Hanus og liðfelagarnir hava langt upp til oddin.

 

Hanus fer nú at fokusera upp á at ferðast til grannalandið hjá Slovenia, Kroatia fyri at gera sítt ítarsta fyri Føroyar í Rijeka, har HM-undankappingardystur verður á skránni.