Tríkilja á heimsferð vitjar í Føroyum

Føroyingar eru heilt víst heimsins gestablíðastu fólk, sigur John Berry, sum millum annað hevur upplivað grindadráp og roynt tvøst á ferðini í Føroyum.

Í løtuni liggur stásiliga marglætisfarið Avalanche við bryggju í Vági.

Ikki ofta síggjast tríkiljur í Føroyum, men flest øll minnast tríkiljuna Bridget Bardot, ið kom til Føroya  at berjast móti grindadrápi.

 

Umborð á Avalanche, ið er úr Colerado í USA, er eigarin John Barry III. Við sær hevur hann eina systur og eina aðra kvinnu í familjuni.

 

Tey eru alla tíðina á ferð kring knøttin.

 

 

Søgan er í stuttum tann, greiður John Barry frá, at pápi John fór frá og á pensjón sum 65 ára gamal, men hann hevði bíðað ov longi. Gamaní fór hann skíferðir og slíkt, men hann eggjaði John til at gera, sum hann nú hevur gjørt.

 

 

- Sum 52 ára gamal seldi eg fyritøkuna og flutti til Colerado. Børnini eru floygd og eg fekk hug at gera dreym til veruleika, sigur John Barry III.

 

 

Hann keypti stásiliga bátin í San Francisco og rundferðin byrjaði í desember í 2011. Leiðin gekk suðureftir framvið strondini í Mexico og gjøgnum Panamaveitina, ið John metir sum sera hugtakandi verkfrøðisligt avrik.

 

 

Fólkini umborð á Avalance eru  glað at sleppa at siga frá øllum, teimum hevur verið fyri. Leiðin gekk víðari, og eitt nú komu tey til oyggjabólk, har fólkini høvdu verið mannaátarar, til fyri 30 árum síðani.

 

 

 

Í El Salvdor sigldu tey langt niðan eftir eini á og langt inn í skógin, har tey komu á indiánar, ið lítið og onki samband høvdu havt við umheimin, og hetta var hugtakandi uppliving, sigur John Barry.

Leiðin gekk til Florida,har ein vinmaður John tók sær av bátinum eina tíð. Hesin hevði havt starv hjá NASA sum rakett verkfrøðingur, og hann gjørdi ymsar ábøtur, innan leiðin gekk til Canada og síðani til Grønlands.

 

 

Í Grønlandi upplivdi manningin mangt og hvat, men John vildi fegin uppliva fólkið, og ferðaðist til smærri bygdir, hóast báturin lá í Nuuk.

- Tvær ferðir upplivdu vit harðan storm, og so baldrut var, at hóast roynda manning, so var hetta teimum nóg mikið, og ein partur mynstraði av, sigur John.

 

 

Úr Grønlandi gekk leiðin til Íslands, og ferðin tók bert 2 og ein hálvan dag, so ferðin var góð. Blíðskapurin í Reykjavík var óførur, og tey sluppu m.a. at rógva við kajak á eini á.

 

 

Á vegnum til Føroya krokaðu tey eina stund í Vestmannaoyggjunum, og so gekk leiðin til Vágarnar. Í Vágunum komu fólk streymandi at heilsa uppá. Fleiri komu við føroyskum mati, eit nú náta, sum amerikumenninir dámdu sera væl.

 

 

Í grind

Ein dagin fór John í bankan at veksla pening. Kvinnan við diskin segði honum, at grindadráp var í  Vágum, men at ikki øllum dámdi so væl at síggja hetta, men høvdu tey hug, so var at halda seg framat, so tað upplividi manningin á Avalanche.

 

Eisini fingu tey tvøst við at kóka, og tað hildu tey smakkaði bara heilt væl.

 

 

Ein skúlaflokkur kom at vitja, og bilsin gjørdust tey á Avalanche yvir, hvussu væl børnini dugdu enskt og hvussu fólkalig børnini vóru.

 

 

Í Vági

Leiðn gekk til Suðuroyar. Í løtuni liggur Avalanche við bryggju í Vági, har ymsar ábøtur verða gjørdar og bíðað verður eftir betri veðri.

Tá vit hitta John Barry og hansra harkalið, eru tey á veg til hjá Finn Johannessen, ið fæst við ferðavinnu, og hevur Finn boðið teimum heim til  kaffiborð, har vaflur standa á borðinum.

 

 

- Føroyingar eru heilt víst blíðasta fólkaslag í heiminum, er manningin samd um.

 

 

Úr Føroyum gongur leiðin til Skotlands og Írland og so kemur veturin og manningin fer aftur til Colerado, fyri at taka ferðina uppaftur næsta ár og halda á til Fraklands,  og víðari til heitari himmalhválv.

 

 

- Í Suez veitini verður ikki siglt. Vit verða tikin á dekkið á onkrum farmaskipi. Har á leið eru ov nógvir sjórænarar, og tað er ov vandamikið. Men komin eitt sindur longur, gongur leiðin til India og Australia og so víðari, greiðir John frá.

 

 

Hann væntar ikki at tey eru aftur í Amerika, fyrr enn eini fimm ár eru gingin.

 

 

- Og eru vit ikki heilt mett av at ferðast, so byrja vit umaftur, bara hinvegin, sigur John Barry III.

Á Avalanche vænta tey at leggja frá bryggjuni í Vági týsdagin.

 

 

Samband fæst á jb(at)newenglandpropane.com og John Barry III sæst eisini á Facebook.