Hann hevur tað við at finna upp á okkurt, sum er eitt sindur øðrvísi, tann í Føroyum heimskendi Johan Dalsgaard ella Johan í Kollafirði, sum tey flestu rópa hann. Seinnu árini hevur Johan fingið sær høsnagarð nærheindis heiminum Frammi við Garðar í Kollafirði, og hetta er alsamt vorðið meiri umfatandi, soleiðis at Johan nú hevur bílagt sær ein hjálpara til høsnagarðin.
Orkaði ikki at trilla trillubørina meira
Johan í Kollafirði greiðir frá, at tá ið hann herfyri varnaðist, at hann ikki longur orkaði at trilla trillubørina við høsnalorti, fekk hann eitt hugskot. - Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað átti at verið upplagt at havt ein asna, sum kundu sleipa og dragsa fyri meg, greiðir Johan frá. Tískil gjørdi eg av at bíleggja mær ein slíkan, sigur Johan í Kollafirði.
- Eg setti meg framman fyri telduni eitt kvøldið, og á einari danskari leitisíðu skrivaði eg "æsel til salg", og beinan vegin komu ein rúgva av úrslitum fram. So ringdi eg til tann, sum stóð fyrstur á listanum, og frá honum havi eg so keypt ein asna, so lætt var tað, greiðir Johan í Kollafirði frá.
- Í einari bók havi eg lisið, at ein asni passar seg sjálvan, bara hann hevur eitt skúr at verða, og eitt sindur av hoyggi, greinum ella ruski at eta, so tað passar mær ordiliga væl, sigur Johan í Kollafirði, sum eisini hevur lisið, at ein ansi er sera væl egnaður hjá børnum at spæla við. Tó sigur Johan, at ætlanin hjá honum við asnanum er fyrst og fremst, at hann skal brúkast til at trilla vognar við ávíkavist eggum og tøð. - Lat meg beinan vegin gera vart við, at tað eru tveir ymiskir vognar, ið talan er um, sigur Johan í Kollafirði, sum sigur seg vænta, at tá ið fyrst hansara asni er komin, fara óteljandi føroyingar at eftirapa honum og keypa sær ein asna.
Flutningurin dýrari enn asnin
Ein slíkur asni er sjálvsagt ikki ókeypis, men Johan í Kollafirði sigur, at asnin kostar einans 4.000 krónur, og tað er ikki so nógv, tá ið havt verður í huga, at hann er okkurt um fimm ár. - So seljarin av asnanum kann ikki vinna pengar upp á hann, tað eri eg vísur í, sigur Johan. Hann undrast tó á, at tað kostar meiri at fáa asnan fluttan til Føroya, enn tað kostar at keypa hann. Johan sigur, at hann noyðist at fara til Danmark við vogni eftir asnannum, og tískil skal hann hava ferðaseðil til bæði persón og vogn, umframt asnan, og tað ger, at flutningurin av asnanum til Føroya er kostnaðarmiklari enn sjálvt keypið av asnanum. - Men hetta havi eg ofta sæð fyrr, og til dømis bílegði eg mær eina bók á netinum herfyri, og hon kostaði 60 krónur at keypa, men postmaðurin fekk 70 krónur fyri at bera hana út til mín, og tað haldi eg er ordiliga umvent, sigur Johan í Kollafirði.
Av tí at asnin nú bráddliga gjørdist so kostnaðarmikil, kann tað verða, at hann verður eitt sindur seinkaður til landið, tí eg noyðist allarhelst út at fortelja fleiri vittigheitir og selja nógv egg, áðrenn eg havi pengar til at gjalda fyri fraktina, sigur Johan í Kollafirði.
Hvat ið tað næsta verður, ið Johan fer at útvega sær, dugir hann ikki at siga enn, men hann sigur tó, at hann hevur ein dreym um at hava eina ged, ein grís og ein asna og ganga og passa seg sjálvan. - Eg hevði tonkt mær at loyst frá Føroyum, og gjørt mær mín egna stat, akkurát sum Vatikanið í Rom kundi eg havt mítt Vatikan í Kollafirði, sigur Johan í Kollafirði, sum í næstum kann rópa seg asnaeigara.