Tíðindaskrivið er soljóðandi:
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum, sum skal knýta Suðuroynna saman við restina av landinum.
Vit vita ikki, hvat tunnilin kostar, fyrr enn prosjekteringin er liðug. Men tað er greitt, at ein slík verkætlan er dýr. Fyribils metingar vísa, at verkætlanin fer at kosta umleið fimm milliardir krónur, sum svarar til umleið 20 prosent av BTÚ i Føroyum.
Í einari slíkari verkætlan er tað umráðandi, at hvør króna verður brúkt skilagott, og at verkætlanin eisini verður fíggjað eftir besta fíggingarleisti. Vinstri og Sambandsflokkurin skjóta tí upp, at tunnilin verður fíggjaður við einum statsláni.
“Hetta er størsta almenna íløga í Føroyum, og tí er tað umráðandi, at vit brúka skilabesta fíggingarleistin. Rætta loysnin liggur beint frammanfyri okkum,” sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður fyri Sambandsflokkin.
Danmark hevur við støði í einum sunnum búskapi atgongd til nógv bíligari kapital orsakað av einari góðari kreditmeting. Um vit siga, at prísurin á undirsjóvartunlinum fer at liggja um fimm milliardir krónur, so fara Føroyar at spara umleið eina milliard í rentuútreiðslum, um verkætlanin verður fíggjað við einum statsláni.
“Í Danmark hava vit ein sunnan búskap, og haldførið er gott, og tað er orsøkin til, at vit kunnu taka bílig lán til skilagóðar íløgur. Hesin møguleikin kann koma Føroyum til góðar umvegis ríkisfelagsskapin, um avgjørt verður at byggja Suðuroyartunnilin,” sigur Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra.
Danmark fer ikki at lata Føroyum eina gávu. Talan er um eitt lán, sum skal gjaldast aftur, og eitt statslán er ein skilagóður háttur til at brúka stórrakstrarfyrimunirnar í ríkisfelagsskapinum.
“Eitt statslán frá Danmark er tann besti fíggingarleisturin, tí umvegis okkara luttøku í ríkisfelagsskapinum fáa vit atgongd til bíligan kapital og tryggja, at verkætlanin verður realiserað á ein tryggan og bíligan hátt. Øll vinna við einari slíkari loysn,”, sigur Anna Falkenberg.
“Vinstri fer í stjórnini at virka fyri, at Føroyar kunnu velja eina búskaparliga góða loysn fyri at fíggja tunnilin til Suðuroyar. Tað hevði verið eitt natúrligt stig í samstarvinum í ríkisfelagsskapinum,” sigur Troels Lund Poulsen.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra.











